Lýsing
Søkt verður eftir laboranti til spennandi og avbjóðandi uppgávur á mikrobiologisku kanningarstovuni.
Ert tú hugtikin av mikrobiologi og trívist í einum dynamiskum umhvørvi í eini nýmótans kanningarstovu? Ert tú nærlagdur, dugnaligur og dugir at arbeiða miðvíst við uppgávum, bæði sjálvstøðugt og í tøttum samstarvi? Ert tú klárur at vera við til at seta nýggjar kanningarhættir í gongd?
So er tað kanska tær, vit leita eftir.
Kanningarstovan ger mikrobiologiskar kanningar fyri vinnuna, kommunur og myndugleikar.
Umframt at vera væl útgjørd við nýggjari og nútímans útgerð til kanningarnar, er dygdin á kanningarstovuni á altjóða støði og verður góðskustýrd eftir ISO/IEC 17025.