Landssjúkrahúsið
Útgivið
28. marts 2023
Útgongur
16. april 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Familjudepilin á Landssjúkrahúsinum søkir við hesum efter einum læknaskrivara til Børn & Ung Psykiatri. Talan er um fast starv á brøki 0,8 til setan frá 1. august 2023 ella eftir nærri avtalu.

Um Familjudepilin
Familjudepilin er skipaður í fýra klinisk fokusøki: Barnakonueind, Gynekologiskt ambulatorium, Børn & Ung Somatikk og Børn & Ung Psykiatri. Familjudepilin er stovnaður við tí endamáli at stuðla undir allari tilgongdini hjá barnakonuni, barnafamiljuni, børnum og ungum frá gitnaði til barnið er 18 ár, umframt kvinnuheilsu/gynekologi. Fokus er á sjúklingagongdir og funktiónir, har dentur verður lagdur á tvørfakliga fyribyrging, stuðul, kanning, viðgerð, uppfylging og trivnað.

Um Børn & Ung Psykiatri
Í Børn & Ung Psykiatri arbeiða vit við útgreining og viðgerð av menningarórógv og psykiatriskum sjúkum hjá børnum og ungum upp til 18 ár. Virksemið er skipað í tríggjar eindir – børn, ung og dageind. 25 starvsfólk við ymiskum fakligum bakgrundum eru knýtt at Børn & Ung Psykiatri og hava eitt tætt tvørfakligt samstarv í gerandisdegnum. Vit leggja dent á at veita eina góða tænastu og at gera útgreiningar og veita viðgerð við nærlagni og í tøttum samstarvi við familjurnar.

sí lýsing her

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið