Lýsing
Skurðdepilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir læknaskrivara at byrja 01.02.2025 ella eftir nærri avtalu. Talan er um eitt fast starv á starvsbrøki 1.0.
Uppgávurnar eru fjølbroyttar og fevna í høvuðsheitum um samskifti við sjúklingar og avvarðandi, bæði gjøgnum telefon og teldupost, samskipan av ambulantum virksemi og virksemi á skurðgongini, skriving, visitering og kvøldvaktir á Skaðastovuni.
Serøkini á skurðdeplinum eru Oyrna-Næsa-Háls, Hoyriklinikkin, Tannlæknastova, Eygnadeild, Ortopædkirurgi, Parenkymkirurgi, Urologi og Mammakirurgi og Skurðambulatoriið.
Skipanir, ið verða nýttar, eru millum annað Cosmic, Mirsk, Outlook, Office pakkin og Trio.