Landssjúkrahúsið
Útgivið
10. juni 2022
Útgongur
14. juli 2022
Staður
Tórshavn, Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Hevur tú hug at læra til læknaskrivara, so er møguleikin her nú. Landssjúkrahúsið hevur tørv á einum læknaskrivaranæmingi at byrja í læru 15.08.2022.

Arbeiðsuppgávurnar hjá læknaskrivarunum fevna millum annað um; móttøku, samskipan í mun til innkalling, journal skriving, skráseting, innskanning av skjølum, bíleggingar av blóðroyndum, innheintan av upplýsingum, endurnýggjan av reseptum og avgreiða post. Læknaskrivararnir eru eisini við til at menna arbeiðsgongdir í toymum og aðrar ábyrgdaruppgávur eftir áhuga og tørvi.

Lærutíðin er tvey ár har 14 vikur eru býttar í 5 modulir á 3-4 vikur á handilsskúla í Danmark. Hin parturin er praktiktíð við undirvísing, har næmingur starvast á ymiskum deildum á Landssjúkrahúsinum.

Dentur verður lagdur á

  • Hollan førleika í føroyskum og donskum
  • Góðan førleika í teldutøkni og tekstviðgerð
  • Góð samstarvsevni/samskiftisevni
  • Góðan røkjuskap
  • At tú ert fyrikomandi og álitisvekjandi
  • Jaligt sinni og ágrýtni í mun til arbeiðsuppgávurnar

Upptøkukrøv

  • Búðskaparmiðnám (HH) ella
  • Annað miðnám og tær kravdu lærugreinarnar (kunningartøkni c, sølubúðskap c og virkisbúðskap c)

Vit kunnu bjóða tær

  • Eitt áhugavert arbeiðsøki í einum vælvirkandi toymi við góðum starvsfeløgum
  • Góða innleiðslu og upplæring
  • Interprofessionelt samstarv við borgaran, aðrar fakbólkar og tvørturum geirar
  • Góðar møguleikar fyri fakligari menning

Royndartíðin er 3 mánaðir.

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Starvsfelagið og Fíggjarmálaráðið.

Nærri upplýsningar um starvið fáast við at venda sær til Heidi á Høvdanum Andreasen, leiðandi læknaskrivara og útbúgvingarsamskipara, á tlf 304500 lokal 6077 ella á t-post á heia@ls.fo.

Umsóknarfreistin er tann 24.06.2022.

Vinarliga søk starvið her.

Á heimasíðu okkara www.ls.fo kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál, undir leinkjuni "Um okkum."

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið