LANDSSJÚKRAHÚSIÐ
Útgivið
21. september 2022
Útgongur
9. oktober 2022
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Familjudepilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir læknaskrivara til Børn og Ung psykiatri. Talan er um eitt farloyvisstarv á brøki 0,9 til setan 01.11.2022 ella eftir nærri avtalu. Starvið er til og við 31.10.2023.

Familjudepilin er skipaður í trý klinisk fokusøki: Barnakonueind, Børn og Ung somatik og Børn og Ung psykiatri, og er stovnaður við tí endamáli at stuðla undir allari tilgongdini hjá barnakonum og barnafamiljum, børnum og ungum, frá gitnaði, til barnið er 18 ár. Fokus er á sjúklingagongdum og funktiónum, har dentur verður lagdur á tvørfakliga fyribyrging, stuðul, kanning, viðgerð, uppfylging og trivnað fyri øll børn og avvarðandi teirra, umframt komandi foreldur og allar nýføðingar í Føroyum. Hetta uttan mun til, um tey stríðast við somatiskari ella psykiatriskari sjúku.

Um Børn og Ung psykiatri
Børn og Ung psykiatri arbeiðir við útgreining og viðgerð av menningarórógv og psykiatriskum sjúkum hjá børnum og ungum upp til 18 ár. Virksemið er skipað í fýra toymi: børn, ung, dageind og eitt subakutt toymi. 30 starvsfólk við ymiskum fakligum bakgrundum eru knýtt at Børn og Ung psykiatri, og hava eitt tætt tvørfakligt samstarv í gerandisdegnum. Vit leggja dent á at veita eina góða tænastu til tær familjur, sum vit hava samband við, og at gera útgreiningar og veita viðgerð við nærlagni og í tøttum samstarvi við familjurnar.

Starvið sum skrivari er sum útgangsstøði knýtt at skrivaratoyminum í Børn og Ung psykiatri,
sum er samansett av trimum læknaskrivarum, einum heilsuskrivara og einum hjálparfólki, ið samstarva tætt í tí dagliga.

Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum

  • Vanligar skrivarauppgávur
    • Journalskriving
    • Endurnýggjan av reseptum
    • Avgreiða post/teldupost
    • Innskanning av skjølum
    • Innheintan av upplýsingum
  • Telefonavgreiðsla
  • Luttøka á konferansum
  • Samskipan av virkseminum í ambulatorium o.a.
    • Innkalla sjúklingar/foreldur at sjúklingum
  • Fyri umsøkjararar við røttu førleikunum kann tað sum frá líður vera møguleiki at átaka sær menningaruppgávur og fyrisitingarligar og samskipanaruppgávur so sum leiðslustuðul

Førleikakrøv

  • Útbúgving sum læknaskrivari ella aðra viðkomandi útbúgving
  • Fleksibilitetur og áhugi í tvørfakligum samstarvi
  • Góðan telduførleika
  • Góð samstarvsevni, tænastuhugað/ur og tola skiftandi arbeiðsuppgávur
  • Góð skipanarevni, gott yvirlit og førleika til sjálvstøðugt at leggja arbeiðsuppgávur til rættis
  • Initiativtakan og áhuga í menning í mun til egið fak

Vit kunnu bjóða

  • Eitt áhugavert arbeiðsøki í støðugari menning
  • Eitt breitt tvørfakligt samstarv i einum jaligum arbeiðsumhvørvi
  • Møguleika fyri fakligari- og persónligari menning, m.a. via supervisión

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Starvsfelagið og Fíggjarmálaráðið.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til leiðslufulltrúa Sæunn Ólavsdóttir Hansen á tlf. 304500. Nærri upplýsingar um Børn og Ung psykiatri fáast við at venda sær til funktiónsleiðara, Carol Symphor Høj ella Súsonnu Reinert-Petersen, á tlf. 304500.

Umsóknarfreistin er tann 09.10.2022.

Vinarliga søk starvið her.

Barnaváttan verður kravd í samband við setanina.

Um viðkomandi, sum settur verður, hevur starvast uttan fyri Føroyar síðstu 6 mánaðirnar, skal MRSA skjalváttan vísast innan byrjað verður.

Á okkara heimasíðu www.ls.fo kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál, undir leinkjuni "Um okkum".

 

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Líknandi størv

9. marts 2026
Sølufólk til Posta   Faroe Islands nýtt
9. marts 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið