Landssjúkrahúsið
Útgivið
10. juni 2022
Útgongur
14. juli 2022
Staður
Tórshavn, Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Medisinski depilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir læknaskrivara í fast starv fulla tíð at byrja 01.08.2022 ella eftir nærri avtalu.

Visiónin hjá Landssjúkrahúsinum er at veita sjúklingum eina góða heilsutænastu á høgum fakligum støði.

Framtíðarmyndin er, at sjúklingurin er í miðdeplinum, og at Landssjúkrahúsið skal menna og útbúgva starvsfólkini til hesa uppgávuna, so at samfelagið fær ágóðan av okkara virksemi.

Uppgávurnar eru fjølbroyttar og fevna í høvuðsheitum um vanligar læknaskrivarauppgávur; telefonavgreiðslu, luttøku á konferensum, samskipan av virkseminum í ambulatorium o.a.

Læknaskrivararnir á Medisinska deplinum arbeiða við serøkjunum kardiologi, lungasjúkur, neurologi, nefrologi, reumatologi, endokrinologi, diabetes, gastroenterologi, onkologi, hæmatologi, dermatologi og infektiónsmedisin.
https://sv.ls.fo/leys-stoerv/laeknaskrivari-til-landssj%C3%BAkrah%C3%BAsi%C3%B0medisinski-depilin/

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið