Landssjúkrahúsið
Útgivið
14. maj 2024
Útgongur
27. maj 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Psykiatriski depilin søkir eftir læknaskrivara til setan 1. juli 2024 ella eftir nærri avtalu. Talan er um eitt fast starv í fullari tíð. Møguleiki er eisini at arbeiða lægri brøk.

Psykiatriski depilin stendur fyri allari psykiatriskari viðgerð til vaksin fólk í føroyska sjúkrahúsverkinum. Vit fevna um bæði ambulantar eindir og innleggingareind. Tú verður partur av einum depli, har siðvenjan er høg faklig dygd og stórt engagement í arbeiðsuppgávunum. Arbeitt verður eisini við eini samskapandi psykiatri, har hugtøkini “rehabilitering og recovery” eru týdningarmikil í tilgongdini. Til at menna okkara viðgerð arbeiða vit við betranarháttinum Quality Improvement (QI).

Sum læknaskrivari ert tú við til at samskipa sjúklingagongdirnar. Arbeiðsuppgávurnar eru fjølbroyttar og fevna í høvuðsheitum um innkalling, planlegging, fyrisiting av kalendarum, skriva journal, luttaka á ráðleggingarfundum, avgreiða ávísingar, bíleggja blóðroyndir, samskifta við aðrar myndugleikar, innheinta upplýsingar, skráseting, senda umsóknir um heilivágstilskot, avgreiða kautiónir, telefonavgreiðsla og endurnýggjan av reseptum.

Vit leggja dent á at:

  • Tú ert útbúgvin læknaskrivari.
  • Tú hevur hug at arbeiða í toymi, har samstarv og samskifti eru lykilin til framgongd.
  • Tú vísir opinleika fyri hugskotum frá leiðara og toymislimum og hevur eginleikar at tillaga teg broyttar arbeiðsumstøður.
  • Tær dámar at arbeiða í tvørfakligum samstarvi.
  • Tú hevur góðar samstarvs- og samskiftisførleikar, tænastusinni og tolir skiftandi arbeiðsuppgávur.

Vit kunnu bjóða:

  • Góða innleiðslu og upplæring á deplinum.
  • Tú verður partur av einum toymi við læknaskrivarum, skrivstovufólki og læknaskrivaranæmingum.
  • Eitt tvørfakligt samstarv við serlæknar, læknar, sálarfrøðingar, sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar, fysioterapeutar og ergoterapeutar.
  • Eitt áhugavert arbeiðsøki undir støðugari menning.

Løn- og setanartreytir sambært sáttmála millum Starvsfelagið og Fíggjarmálaráðið.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til depilsleiðara Eydnu Iversen Lindenskov á tlf. 304599 – lokal 4102 ella eydna.lindenskov@ls.fo ella til depilsleiðara Tormóður Stórá tormodur.stora@ls.fo.

Umsóknarfreistin er 27. mai 2024

Søk starvið við at trýsta á her

Upprunaprógv fyri útbúgving og viðmælir skulu havast við til møguliga samrøðu.

Á heimasíðuni www.ls.fo kasnt tú síggja okkara visjón, missión og strategimál undir leinkjuni ”um okkum”.

Líknandi størv

Dámar tær buldur og brak?   Faroe Islands nýtt
27. februar 2026
27. februar 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið