LANDSSJÚKRAHÚSIÐ
Útgivið
28. september 2022
Útgongur
16. oktober 2022
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Diagnostiski depilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir læknaskrivara til Røntgendeildina til setan 01.11.2022 ella eftir nærri avtalu. Talan er um eitt fast starv á 39 tímar um vikuna.

Um okkum
Á Landssjúkrahúsinum starvast 1100 starvsfólk, harav umleið 25 eru staðsett á Røntgendeildini.

Á røntgendeildini starvast 1 deildarleiðari, 4 røntgenlæknar, 14 radiografar og 3 læknaskrivarar.

Deildin ger umleið 39.000 kanningar um árið, sum verða ávístar av sjúkrahús- og kommunulæknum, og samstarvar við onnur sjúkrahús bæði innan- og uttanlands. Eisini verða ávísar kanningar sendar uttanlands at verða beskrivaðar.

Um teg
Tú hevur áhuga at arbeiða á sjúkrahúsi, og ynskir at geva títt íkast, bæði fakliga og sosialt, fyri einum góðum trivnaði á deildini.

Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum:

  • At bóka tíðir til CT-, MR-, ultraljóðskanningar, mammografi og aðrar røntgenkanningar
  • Skriva røntgenfrágreiðingar
  • Telefonavgreiðsla
  • Teldupostasamskifti
  • Umsetingar
  • Móttøka og skrásetan av sjúklingum

Førleikakrøv

  • Útbúgvin læknaskrivari
  • Góð samstarvsevni og jaligt lyndi
  • Fakligan áhuga fyri arbeiðinum á deildini
  • Góðan málførleika
  • Góðan telduførleika
  • Vilja og hug at miðla vitan

Vit kunnu bjóða

  • Eitt spennandi arbeiðsumhvørvi við nógvum ymiskum avbjóðingum
  • Fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar
  • Positivt tvørfakligt samstarv
  • Upplæring á deildini

Lønar- og setanartreytir smb. sáttmála millum Starvsfelagið og Fíggjarmálaráðið.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at seta seg í samband við Lisu Frederiksberg, deildarleiðara, á tlf. 304499 - lokal 5507 ella t-post Lisa.Frederiksberg@ls.fo.

Umsóknarfreistin er tann 16.10.2022.

Vinarliga søk starvið her.

Á heimasíðu okkara www.ls.fo kann ein lesa um okkara visjón, missión og strategimál undir leikjuni “Um okkum”.

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið