Landssjúkrahúsið
Útgivið
4. oktober 2023
Útgongur
17. oktober 2023
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Skurðdepilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir einum læknaskrivara.

Talan er um eitt fast starv, fulla tíð, við setan 01.11.2023, ella eftir nærri avtalu.

Uppgávurnar eru fjølbroyttar og fevna í høvuðsheitum um samskifti við sjúklingar og avvarðandi, bæði gjøgnum telefon og teldupost, samskipan av ambulantum virksemi og virksemi á skurðgongini, skriving, visitering og kvøldvaktir á Skaðastovuni.

Serøkini á skurðdeplinum eru Oyrna-Næsa-Háls, Hoyriklinikkin, Tannlæknastova, Eygnadeild, Ortopædkirurgi, Parenkymkirurgi, Urologi og Mammakirurgi og Skurðambulatoriið.

Skipanir, ið verða nýttar, eru millum annað Cosmic, Mirsk, Outlook, Office pakkin ogTrio.

Førleikakrøv:

  • útbúgvin læknaskrivari
  • royndir innan Cosmic, Mirsk, Office
  • góðan telduførleika
  • dugir væl at orða teg á føroyskum og donskum, bæði skrivligt og munnligt.

Vit kunnu bjóða:

  • góðar starvsfelagar og gott samanhald
  • eitt áhugavert arbeiðsøki í støðugari menning
  • tvørfakligt samstarv við læknar, sjúkrarøktafrøðingar, fysioterapeutar o.o.
  • møguleika fyri fakligari og persónligari menning.

Vit samstarva í toymum, og raðfesta høgt at samansetingin av starvsfólki, samstarvi og trivnaðurin í toymunum riggar væl.

Skurðdepilin leggur stóran dent á tvørfakligt samstarv, bæði innan- og uttanlanda, og vænta vit av starvsfólkum okkara, at tey er við til at menna hetta og viðvirka til ein jaligan hugburð.

Vit arbeiða við einari jaligari tilgongd bæði til arbeiðið og hvønn annan, og hetta ynskja vit eisini av okkara nýggja starvsfelaga.

So um tú trívist við toymisarbeiði, dámar tvørfakligt samstarv, brennur fyri menning og broyting innan fakøkið, dámar ein litríkan og fjøllbroyttan gerandisdag, við skiftandi arbeiðsuppgávum, so er tú rætti skrivarin til okkum

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Heidi R. Vatnsdal, leiðandi læknaskrivari á skurð, á tlf. 304500 lokal 5801.

Umsóknarfreistin er tann 17.10.2023

Vinarliga søk starvið her.

Á heimasíðu okkara www.ls.fo kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál, undir leinkjuni "Um okkum."

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Líknandi størv

3. marts 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið