Lýsing
Skurðdepilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir einum læknaskrivara. Talan er um eitt fast fulltíðarstarv við setan 01.08.2024 ella eftir nærri avtalu.
Uppgávurnar eru fjølbroyttar og fevna í høvuðsheitum um samskifti við sjúklingar og avvarðandi, bæði gjøgnum telefon og teldupost, samskipan av virkseminum í ambulatoriinum og operatiónsgongini, skriving, visitering, umframt kvøldvaktir á Skaðastovuni.
Læknaskrivararnir á Skurðdeplinum arbeiða við serøkjunum Oyrna-Næsa-Háls, Hoyriklinikkin, Tannlæknastova, Eygnadeild, Ortopædkirurgi, Parenkymkirurgi, Urologi og Mammakirurgi.
Skipanir, ið verða nýttar, eru millum annað Cosmic, Mirsk, Outlook, Office pakkin ogTrio.