Suðuroyar Sjúkrahús
Útgivið
21. juni 2024
Útgongur
4. juli 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Søkt verður eftir læknaskrivara til fast starv at byrja 15. august 2024. Arbeiðstíðin er 32 tímar um vikuna.
Arbeiðsuppgávurnar eru fjølbroyttar og fevna í høvuðsheitum um skriving, visitering, samskifti við sjúklingar og avvarandi, bæði gjøgnum telefon og teldupost, samskipan av virkseminum í skurðambulatoriinum og skurðgongini.

Skipanir, ið verða nýttar, eru Cosmic, Outlook og Office.

Vit ynskja at tú
• ert útbúgvin læknaskrivari
• hevur hug og vilja at arbeiða við egnari fakligari menning og førleika
• hevur góðan telduførleika
• hevur góð samstarvsevni og evni at arbeiða sjálvstøðugt
• ert tænastusinnað/ur.

Vit kunnu bjóða
• góðar starvsfelagar og gott samanhald
• eitt starv við fjølbroyttum avbjóðingum
• tvørfakligt samstarv við læknar, sjúkrarøktarfrøðingar, fysioterapeutar o.o.
• skipaða innleiðslu.

Setanartreytir
Løn- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Rannvá B. Johannesen, deildarleiðara á tlf. 34 33 00.

Umsóknir
Umsóknir við avriti av prógvum og CV skulu sendast til starv@ssh.fo og skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 04.07.2024.

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Á heimasíðu okkara starv@ssh.fo kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál undir leinkjuni ”Sjúkrahúsið”.

Líknandi størv

7. november 2025
7. november 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið