Glasir
Útgivið
27. juni 2024
Útgongur
22. juli 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

- Skúlaárið 2024/2025.

Hevur tú hug at vera við at mynda og menna undirvísingina til næmingar, sum hava eitt annað móðurmál enn føroyskt? Vit sóknast eftir tveimum lærarum til føroyskt sum annaðmál at byrja 7. august 2024.

Á Glasi starvast um 250 starvsfólk, og her eru 1.500 næmingar og lærlingar, ið dagliga nema sær ein av okkara mongu útbúgvingum. Komandi skúlaár er fyrstu ferð, at vit undirvísa í føroyskum sum annaðmál. Tí verður tú við til at mynda starvið frá byrjan.

Tú fært m.a. ábyrgd av hesum spennandi uppgávum:

  • Undirvísa í føroyskum, mentanar- og samfelagsviðurskiftum og leypandi eftirmeta undirvísingina
  • At mynda og menna undirvísingina til næmingarnar í tøttum samstarvi við leiðsluna á Glasi
  • Tryggja at miðlingin í undirvísingini er kveikjandi og tillagað næmingunum

Hetta er eitt nýtt starv, og tí er týdningarmikið, at tann setti tolir broytingar í starvinum.

Førleikar
Neyðugt er, at tú hevur útbúgving í føroyskum sum annaðmál ella viðkomandi starvsroyndir / útbúgving.

Setanartreytir
Talan er um tvey tíðaravmarkaði fulltíðarstørv, við møguleika fyri føstum- ella longdum setanum. Størvini kunnu eisini skipast sum parttíðarstørv. Hetta kann avtalast nærri.

Roknast skal við millum 16-22 undirvísingartímum um vikuna. Undirvísingin kann vera bæði um dagin og um kvøldið, og verður hetta avtalað nærri við setan.

Starvið er skipað eftir undirvísingarleisti á miðnámsskúlaøkinum. Høvuðsstarvsstaðurin er á Glasi, men partur av undirvísingini kann vera í Vágunum ella aðrastaðni.

Starvið verður sett sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Yrkisfelagið Miðnám.

UMSÓKNARFREIST
Umsókn, lívsrensl, prógv, viðmæli v.m. skulu sendast til starv@glasir.fo í seinasta lagi 22. juli 2024.
Hevur tú spurningar til størvini, ert tú vælkomin at ringja ella skriva til stjóran fyri næmingatænastuna, Annie Fjallsá, umvegis anf@glasir.fo ella á 211825.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið