Miðnám í Vestmanna
Útgivið
24. marts 2023
Útgongur
9. april 2023
Staður
Fjarðarvegur 4, 350 Vestmanna, magnus.gaard@skulin.fo, Faroe Islands

Lýsing

Hevur tú hug at undirvísa á einum spennandi, lítlum og hugnaligum miðnámsskúla við eini greiðari visjón um eina burðardygga gagnnýtslu av náttúrutilfeingi, so hevur tú møguleikan nú!

Miðnám í Vestmanna søkir eftir undirvísarum at byrja á skúlanum 1. august 2023 í hesum lærugreinum:

Føroyskt A og C, tilfeingisfrøði B og tilfeingi A, støddfrøði B og A , alisfrøði C og B, enskum B og A, evnafrøði B, ítrótti og heilsu C, ítróttur B, lívfrøði B og A, religión C, samfelagsfrøði C, samskiftistøkni C, søgu C,

Alt eftir lærugreinasamanseting kann talan verða um tímalærarar, kvotasett ella møguligt fast starv. Fyri at verða settur í fast starv, skal umsøkjari hava námsfrøðiliga útbúgving og kunna undirvísa í minst tveimum av lærugreinunum ella røkja aðrar umsitingarligar uppgávur á skúlanum.

Arbeiðsuppgávur:

  • undirvísa í viðkomandi lærugreinum
  • leggja tilrættis undirvísingargongdir
  • vera við í visjónsarbeiði skúlans
  • luttaka og skipa fyri verkætlanum, evnisdøgum/vikum skúlin skipar fyri


Vit vænta, at tú:

  • hevur útbúgving á kandidatstigi frá lærdum háskúla ella øðrum hægri lærustovni
  • ert samstarvsfús/ur og hevur evni at leggja til rættis
  • trívist við at undirvísa og vera saman við ungdómi
  • dugir at kveikja næmingarnar
  • hevur royndir at arbeiða við verkætlanum


Vit bjóða

eitt nútímans og vælvirkandi skúlaumhvørvi við framúr góðum arbeiðsumstøðum og einum positivum leiðsluhugburði til næmingar og lærarar

Setanar- og lønartreytir:
Lønar- og setanartreytir eru eftir sáttmálanum millum Yrkis­felagið Miðnám og Fíggjarmálaráðið.

Umsókn:
Umsóknir skulu stílast og sendast til Miðnám í Vestmanna, Fjarðarvegur 4, 350 Vestmanna ella sendast til teldupostbústaðin: magnus.gaard@skulin.fo. Umsóknir skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi sunnudagin 9. apríl 2023 kl. 12.00 Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Magnus Gaard, rektara, á tlf. 210479

Líknandi størv

4. december 2025
Húsasmiður til SMS samtakið   Faroe Islands nýtt
4. december 2025
4. december 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið