
Lýsing
Hevur tú hug at undirvísa á einum spennandi, lítlum og hugnaligum miðnámsskúla við eini greiðari visjón um eina burðardygga gagnnýtslu av náttúrutilfeingi, so hevur tú møguleikan nú!
Miðnám í Vestmanna søkir eftir undirvísarum at byrja á skúlanum 1. august 2023 í hesum lærugreinum:
Føroyskt A og C, tilfeingisfrøði B og tilfeingi A, støddfrøði B og A , alisfrøði C og B, enskum B og A, evnafrøði B, ítrótti og heilsu C, ítróttur B, lívfrøði B og A, religión C, samfelagsfrøði C, samskiftistøkni C, søgu C,
Alt eftir lærugreinasamanseting kann talan verða um tímalærarar, kvotasett ella møguligt fast starv. Fyri at verða settur í fast starv, skal umsøkjari hava námsfrøðiliga útbúgving og kunna undirvísa í minst tveimum av lærugreinunum ella røkja aðrar umsitingarligar uppgávur á skúlanum.
Arbeiðsuppgávur:
- undirvísa í viðkomandi lærugreinum
- leggja tilrættis undirvísingargongdir
- vera við í visjónsarbeiði skúlans
- luttaka og skipa fyri verkætlanum, evnisdøgum/vikum skúlin skipar fyri
Vit vænta, at tú:
- hevur útbúgving á kandidatstigi frá lærdum háskúla ella øðrum hægri lærustovni
- ert samstarvsfús/ur og hevur evni at leggja til rættis
- trívist við at undirvísa og vera saman við ungdómi
- dugir at kveikja næmingarnar
- hevur royndir at arbeiða við verkætlanum
Vit bjóða
eitt nútímans og vælvirkandi skúlaumhvørvi við framúr góðum arbeiðsumstøðum og einum positivum leiðsluhugburði til næmingar og lærarar
Setanar- og lønartreytir:
Lønar- og setanartreytir eru eftir sáttmálanum millum Yrkisfelagið Miðnám og Fíggjarmálaráðið.
Umsókn:
Umsóknir skulu stílast og sendast til Miðnám í Vestmanna, Fjarðarvegur 4, 350 Vestmanna ella sendast til teldupostbústaðin: magnus.gaard@skulin.fo. Umsóknir skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi sunnudagin 9. apríl 2023 kl. 12.00 Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Magnus Gaard, rektara, á tlf. 210479