Lærarar til Miðnám í Vestmanna

Miðnám í Vestmanna
Útgivið
23. marts 2021
Staður
Faroe Islands
Vitjandi
a

Lýsing

Hevur tú hug at undirvísa á einum spennandi, lítlum og hugnaligum miðnámsskúla í menning við eini greiðari visjón um eina burðardygga gagnnýtslu av náttúrutilfeinginum í Føroyum, so hevur tú møguleikan nú!
Miðnám í Vestmanna søkir eftir undirvísarum at byrja á skúlanum 1. august 2021 í hesum lærugreinum:
Tilfeingi A-stig (10 t/v), støddfrøði B- og A-stig (10+5 t/v), alisfrøði C- og B-stig (3+5 t/v), enskum B- og A-stig (7,5+5 t/v), evnafrøði B-stig (7,5 t/v), ítrótti og heilsu C-stig (3 t/v), Ítróttur b-stig (5 t/v), lívfrøði B - og A-stig (7,5+5 t/v), fyriskipan C-stig (3 t/v), heimspeki (3t/v), samfelagsfrøði C-stig (3 t/v), samskiftistøkni C-stig (3 t/v), søgu C-stig (3 t/v),

Alt eftir lærugreinasamanseting kann talan verða um tímalærarar, kvotasett ella møguligt fast starv. Fyri at verða settur í fast starv, skal umsøkjari hava námsfrøðiliga útbúgving og kunna undirvísa í minst tveimum av lærugreinunum á tilfeingisbreytini.

Arbeiðsuppgávur:

  • undirvísa í viðkomandi lærugreinum
  • leggja tilrættis undirvísingargongdir og gera undirvísingarfrágreiðingar
  • skipa fyri felagstímum og temadøgum á skúlanum
  • luttaka í visjónsarbeiði skúlans
  • luttaka í flokstoymum

Vit vænta, at tú:

  • hevur útbúgving á kandidatstigi frá lærdum háskúla ella øðrum hægri lærustovni
  • ert samstarvsfús/ur og hevur evni at leggja til rættis
  • trívist við at undirvísa og vera saman við ungdómi
  • dugir at kveikja næmingarnar
  • hevur royndir at arbeiða við verkætlanum

Vit bjóða
eitt nútímans og vælvirkandi skúlaumhvørvi við framúr góðum og hugnaligum arbeiðsumstøðum. Ein skúla har náttúru- og mentunnarkunnleiki er sjálvsagda fyritreytin fyri samfelagnum, tey ungu skulu út at virka í. Ein skúla við einum opnum og posistivum leiðsluhugburði til lærarar og næmingar.

Setanar- og lønartreytir:
Lønar- og setanartreytir eru eftir sáttmálanum millum Yrkis­felagið Miðnám og
Fíggjarmálaráðið.

Umsókn:
Umsóknir skulu stílast og sendast til Miðnám í Vestmanna, Fjarðarvegur 4, 350 Vestmanna ella sendast til teldupostbústaðin: mg@miv.fo. Umsóknir skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi sunnudagin 11 apríl 2021 kl. 12.

Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Magnus Gaard, Rektara, á tlf. 210479

Miðnám í Vestmanna
Fjarðarvegur 4
350 Vestmanna
mg@miv.fo

 

SØK STARVIÐ

Líknandi størv

20. oktober 2021
20. oktober 2021