Lærarar til serbreytina

Miðnámsskúlin í Suðuroy
Útgivið
4. juni 2021
Staður
Faroe Islands
Vitjandi
a

Lýsing

Miðnámsskúlin í Suðuroy hevur tørv á trimum dugnaligum lærarum til nýggju serbreyt skúlans, ið verður staðsett í skúlanum í Hovi.

Sum lærari á serbreytini fært tú høvi at seta tíni fingramerki á menningina av tilboðnum til ung við serligum tørvi. Serbreytin er fyri næmingar við serligum tørvi, sum ikki eru førir fyri at fylgja undirvísingini í vanligu miðnámsskipanini. Undirvísingin á serbreytini verður einstaklingalagað undirvísing í smáum bólkum, bæði í vanligum lærugreinum á hóskandi stigi og í sosialum og verkligum førleikum eftir OCN-skipanini.

 

FØRLEIKAR
Tann, ið verður settur sum lærari á serbreytini, skal hava námsfrøðiliga útbúgving - eitt nú læraraútbúgving, námsfrøðingaútbúgving ella aðra viðkomandi útbúgving innan økið og hava hóskandi yrkisfakligar førleikar.

Eisini skal umsøkjari:

  • vera framfýsin og kunna geva íblástur at menna næmingarnar til samfelagið
  • hava hug og hegni at arbeiða við ungdómi
  • vera framsíggin, tora at ganga nýggjar leiðir og trívast við broytingum
  • kunna arbeiða sjálvstøðugt og hava góð evnir at samstarva
  • hava góð evnir at skipa samstarv við ymiskar samfelagsbólkar
  • hava hug at menna eitt spennandi námsfrøðiligt umhvørvi

Skúlin fer eisini at leggja dent á, at umsøkjarar hava kunnleika til sernámsfrøði og eru sinnaðir at ogna sær økt innlit og vitan um hetta.

 

LØN OG TREYTIR
Talan er um trý fulltíðarstørv at seta frá 15. august.

Lønar- og sáttmálaviðurskifti eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Yrkisfelagið Miðnám (YF) .Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Guðrið E. Johansen, rektara, á gudrid.johansen@skulin.fo ella á tlf. 288831.

UMSÓKN
Umsókn saman við CV, prógvum, viðmælum v.m. skulu sendast til mis@skulin.fo í seinasta lagi sunnudagin 20. juni. Setanarsamrøður verða seinni í juni.

Søk
Legg fíla her leita lokalt...
Captcha