Miðnámsskúlin í Suðuroy
Útgivið
2. maj 2025
Útgongur
18. maj 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Faklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Miðnám í Suðuroy søkir eftir lærarum til skúlaárið 2025/2026 í hesum lærugreinum:

Alisfrøði, danskt, enskt, føroyskt, føroyskt sum annaðmál, ítrótt, landafrøði, lívfrøði, orðblindalærara, sálarfrøði, støddfrøði, søga

Arbeiðið umfatar at undirvísa sambært námsætlanum. Herundir at leggja til rættis undirvísingargongdir og gera undirvísingarfrágreiðingar, umframt at taka lut í øðrum uppgávum, ið ikki beinleiðis eru knýttar at fakligu undirvísingini. Hetta arbeiðið kann liggja uttan fyri vanliga arbeiðstíð.

Størvini verða sett út frá einari heildarmeting av fakligum førleikum, faksamanseting og persónligum førleikum og kunnu verða sett sum føst størv, ársvikariat ella tímalærarastørv.

Útbúgving og royndir
Lærarar skulu hava kandidat- ella masterútbúgving frá lærdum háskúla ella aðra samsvarandi útbúgving, ið gevur førleika at undirvísa á miðnámi.

Námsfrøðilig útbúgving er ein fyrimunur, men ikki eitt krav. Umsøkjarar, ið verða settir, skulu vera sinnaðir at fara undir námsfrøðiliga útbúgving fyri miðnámsskúlalærarar.

Viðkomandi undirvísingarroyndir eru ein fyrimunur.

Persónligir førleikar
Vit vænta, at tú hevur hug og hegni at undirvísa, at tú ert fakliga væl fyri, at tú vil taka virknan lut í at menna Miðnám í Suðuroy, og at tú trívist saman við ungdómi. Harafturat verður dentur lagdur á góðar málsligar førleikar og KT-førleikar.

Setanarviðurskifti
Størvini verða sett sambært sáttmála millum Yrkisfelagið Miðnám og Fíggjarmálaráðið.

Umsókn
Umsókn við prógvum og CV skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi sunnudagin 18. mai 2025. Umsóknir skulu sendast til mis@skulin.fo.

Nærri kunning fæst við at venda sær til Maritu Gunnarstein Nielsen, rektara, á tlf. 22 05 43 ella marita.gunnarstein.nielsen@skulin.fo.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið