
Lýsing
Søkt verður eftir lærara til Trygdardepilin við Áir at byrja 1. oktober ella eftir nærri avtalu.
Starvsøki
- undirvísa í brunaverju, eldsløkking og roykkaving
- undirvísa á trygdar, bátaførara- og FRB skeiðum
- til- og avriggan í sambandi við skeið
- viðlíkahald av sløkki- og aðrari bjargingarútgerð
Skeiðsluttakarar
Tey, ið fáa upplæring í eldsløkking og trygd v.m. á Trygdardeplinum, eru í høvuðsheitinum: sjófólk, sløkkiliðsfólk og starvsfólk á virkjum og stovnum.
Vit leggja dent á at lærararnir:
- duga væl at samstarva og samskifta
- hava áhuga í at læra frá sær
- hava ein jaligan hugburð mótvegis skeiðsluttakarum og starvsfeløgum
- stremba eftir at fáa bestu úrslitini
- áhaldandi vilja menna seg sjálvan og skúlan
- hava hegni og áhuga í nýggjari tøkni
- hava góðar málsligar førleikar, bæði í skrift og talu
- hava góðar KT førleikar
Førleikakrøv
Umsøkjarar skulu hava útbúgving sum maskinmeistari, skipsførari ella tilsvarandi útbúgving, ið kann javnmetast og hava minst 2-ára starvsroyndir sum yvirmaður umborð á skipi ella líknandi.
Lønar- og setanartreytir
Starvið verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og fakfeløgini maskinmeistaralærarar ella sjómansskúlalærarar í Føroyum. Arbeiðsstaðið er á Trygdardeplinum við Áir, men viðkomandi, ið verður sett/ur, má tola broytingar í starvinum.
Umsóknir
Eru spurningar um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til Róa H. Rasmussen, deildarleiðara, á teldupostadressu roi@vh.fo telefon 229942 ella Símun Poulsen, stjóra, á teldupostadressu simun@vh.fo telefon 517220
Skúlin tilskilar sær rætt til at velja millum innkomnar umsóknir ella ikki at seta nakran av umsøkjarunum í starv.
UM VINNUHÁSKÚLAN
Vinnuháskúlin bjóðar góðar og breiðar útbúgvingar, ið kunnu brúkast bæði á sjógvi og landi. Vinnuháskúlin fevnir um navigatiónsskúla, maskinmeistaraskúla og trygdardepil. Føroyingar hava altíð verið eitt siglandi fólk, og tí eru maritimu útbúgvingarnar eisini millum elstu útbúgvingar í Føroyum. Á skúlanum starvast uml. 50 starvsfólk. Skúlin er útgjørdur við nýggjastu tøkni til at stimbra og fjøltátta frálæruna. Les meira á heimasíðu skúlans www.vh.fo