Hvalbiar Skúli
Útgivið
16. oktober 2025
Útgongur
30. oktober 2025
Staður
Bíarvegur 2, 850 Hvalba, Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Tíðaravmarkað starv, Faklært, Partíðarstarv
T-post
ed0604f4@skulin.fo

Lýsing

Hetta starv verður lýst leyst fyri skúlaárið 2025-26:

  • 1 starv 21 tímar vegna sjúkrafarloyvi/barsilsfarloyvi
  • at byrja skjótast gjørligt

Tímatalvan til starvið fatar m.a. um:

  • Føroyskt í hádeild og grunddeild
  • Kristni og evning í grunddeild

Tann, ið settur verður skal

  • undir ábyrgd leiðslunnar taka lut í dagliga arbeiðinum á skúlanum
  • hava vilja til at samstarva og hava áhuga í toymissamstarvi
  • vera fakliga væl fyri og professionellur
  • vera engageraður og fúsur at taka á seg tær uppgávur, ið eru á skúlanum
  • vera fyrikomandi
  • starvast fyri góðum samstarvi millum heim og skúla
  • í samstarvi við leiðslu og starvsfelagar vera áhugaður í at menna skúlan

Førleikakrøv
Læraraútbúgving frá góðkendum læraraskúla.

Lønar og setanartreytir
Starvið verður lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokkunum frá 18.1. – 29.2. og verður sett sum sáttmálasett starv.

Umsóknir
Umsóknir við avriti av prógvi, C.V. og møguligum viðmælum skulu vera skúlaleiðaranum í hendi skjótast gjørligt og í seinasta lagi tórsdagin 30.10.2025

Eru spurningar starvinum viðvíkjandi, eru tit vælkomin at venda tykkum til skúlaleiðaran, Eydnu Danielsen, tlf. 237587 ella 375083. ed0604f4@skulin.fo

 

Hvalbiar skúli hevur komandi ár 78 næmingar frá 1. til 9. flokk og við skúlan fara at starvast  9 lærarar.

Líknandi størv

7. oktober 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið