Hvalbiar skúli
Útgivið
7. juni 2021
Útgongur
18. juni 2021
Staður
Faroe Islands

Lýsing

Hetta starv verður lýst leyst fyri skúlaárið 2021-22:

  • 1 starv uml. 20 tímar vegna avlopstíð
    Endaliga tímatalið av hesum starvi verður ásett eftir 1. september 2021

 

Tímatalvan til starvið fatar um:

  • Støddfrøði í 3. fl
  • Støddfrøði í 4. fl
  • Flokslærari í 3. fl
  • Enskt í 4. fl
  • Ítrótt í 1., 2. og 3. fl

 

Tey, ið sett verða skulu:

  • undir ábyrgd leiðslunnar taka lut í dagliga arbeiðinum á skúlanum
  • hava vilja til at samstarva og hava áhuga í toymissamstarvi
  • vera fakliga væl fyri og professionell
  • vera engageraði og fús at taka á seg tær uppgávur, ið eru á skúlanum
  • vera fyrikomandi
  • starvast fyri góðum samstarvi millum heim og skúla
  • í samstarvi við leiðslu og starvsfelagar vera áhugað í at menna skúlan

 

Førleikakrøv:
Læraraútbúgving frá góðkendum læraraskúla.

Lønar og setanartreytir:
Starvið verður lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokkunum frá 18.1. – 29.2. og verður sett sum sáttmálasett starv.

Umsóknir:
Umsóknir við avriti av prógvi, C.V. og møguligum viðmælum skulu vera skúlaleiðaranum í hendi skjótast gjørligt og

í seinasta lagi fríggjadagin 18. juni 2021.

 

Eru spurningar starvinum viðvíkjandi, eru tit vælkomin at venda tykkum til skúlaleiðaran, Eydnu Danielsen, tlf. 237587 ella 375083. ed0604f4@skulin.fo

 

-

Hvalbiar skúli hevur komandi ár 75 næmingar frá 1. til 9. flokk og við skúlan fara at starvast 11 lærarar.

Líknandi størv

18. april 2024
18. april 2024
18. april 2024
11. april 2024

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið