Sunda Kommuna
Útgivið
17. november 2025
Útgongur
20. november 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Tíðaravmarkað starv, Faklært, Partíðarstarv

Lýsing

Vit søkja eftir einum lærara í tíðaravmarkað starv vegna farloyvi at byrja 01.12.25 fram til 19.06.26.

Førleikakrøv:
Okkum tørvar ein eldhugaðan og ágrýtnan lærara, ið kann undirvísa í innskúlingini.

Vit søkja eftir tær, sum undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við hini starvsfólk skúlans, er fús/ur at taka lut í dagliga virksemi skúlans.

At tú ert útbúgvin fólkaskúlalærari og hevur starvsroyndir í fólkaskúlanum.

Vit vænta at tú:

  • Kann undirvísa í ymiskum lærugreinum.
  • Fyrireikar og eftirmetir undirvísingina.
  • Ert fyrikomandi, dugir at samstarva við lærarar, næmingar og foreldur.
  • Luttekur í virksemi skúlans.
  • Tekur ein virknan leiklut í arbeiðnum við “Betri vinir”.

Lønar og setanartreytir:
Starvið er tíðaravmarkað frá 01.12.25 fram til 19.06.26 og setanarbrotið er áleið 0,50 . Lærarastarvið verður sett sum sáttmálasett starv.

Starvið er lønt í lønarflokki 18.1 - 29.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.

Umsóknir:
Umsóknin við c.v. og avriti av próvnum skulu sendast til hvv@skulin.fo og er skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi hósdagin 20.11.25 kl. 13.00.

Nærri fæst at vita um starvið frá Maluni Petersen, skúlastjóra, á teldupost malan.petersen@skulin.fo tlf. 297238 / 522019

Barnaváttan verður kravd í samband við setanina.

 

Líknandi størv

18. november 2025
17. november 2025
Vaskifólk til Stranda skúla   Faroe Islands nýtt
11. november 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið