Runavíkar Kommuna
Útgivið
16. juli 2024
Útgongur
30. juli 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Søkt verður eftir:

  • 1 lærara í tíðaravmarkað starv skúlaárið 2024-2025. Talan er um eitt farloyvisstarv.

Førleikakrøv
Umsøkjararnir skulu hava læraraútbúgving og mugu m.a. hava førleika at undirvísa í: støddfrøði, donskum og ítrótti í framhaldsdeild, ítrótti hjá dreingjum í 6. flokki og stuðulstímar í miðdeildini. Harumframt hevur tað týdning, at tann setti kann røkja flokslærarauppgávuna.

Søkt verður eftir lærara, sum :

  • undir ábyrgd leiðslunnar tekur lut í dagliga arbeiði skúlans
  • áhaldandi vil menna seg sjálvan og skúlan
  • dugir væl at samstarva og samskifta
  • er fúsur og hugaður fyri toymisarbeiði
  • vil fevna ymiskleikan og styrkja fela gsskapin

Lønar- og setanartreytir.
Setanarøkið eru skúlarnir, sum hoyra til Runavíkar kommunuskúla. Tann, ið settur verður, eigur at tola broytingar starvinum viðvíkjandi.

Starvið verður sett sum sáttmálasett starv, uttan so, at tann, ið settur verður, er tænastumannsettur lærari frammanundan. Starvið verða lønt í lønarflokki 18.1 – 29.2 sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið.

Barnaváttan verður kravd í samband við setanina.

Umsóknir
Umsóknir við avriti av prógvum, C.V. og møguligum ummælum skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi týsdagin 30. juli 2024 kl. 12.00.

Umsóknir kunnu sendast til rks@skulin.fo ella durita.joensen@skulin.fo

Meira fæst at vita um stavið við at seta seg í samband við Duritu P. Joensen, skúlastjóra á tlf. 477332 & 217331, ella á t-post : durita.joensen@skulin.fo
_____________________________________________________________________
Runavíkar kommunuskúli hevur komandi skúlaár uml. 506 næmingar, av hesum eru 55 í forskúlanum, og uml. 70 starvsfólk.
Tú kanst lesa meira um okkum á heimasíðuni www.rks.fo

Líknandi størv

17. oktober 2024
17. oktober 2024
17. oktober 2024

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið