 
        Lýsing
Søkt verður eftir lærara ella vikari í tíðaravmarkað starv at byrja 3. januar 2023. Talan er um áleið 15 undirvísingartímar, sum liggja mánadag, ónsdag og tórsdag.
Í Sumbiar skúla starvast tríggir lærarar. Vit hava 1. til og við 7. fl, og her ganga 34 næmingar.
Førleikakrøv
Læraraútbúgving og førleiki at undirvísa í føroyskum, støddfrøði, kristni og donskum.
Onnur, við viðkomandi útbúgvingum ella starvsroyndum, eru eisini vælkomin at søkja.
Tann, ið settur verður, skal:
- Duga væl at samstarva, vera fyrikomandi og jalig/-ur
- Kunna átaka sær dagligar uppgávur, sum eru í skúlanum
- Vera stundislig/-ur og nærløgd/-lagdur
Lønar- og setanartreytir
Lærarastarvið verður lønt í lønarflokki 18.1 – 29.2  sambært  avtalu  millum  Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.
Barnaváttan verður kravd.
Umsóknir
Umsóknir við avriti av prógvi, CV  og  møguligum viðmælum skulu vera skúlaleiðaranum í  hendi í seinasta lagi fríggjadagin 30/12-2022 kl. 15.00.
Umsóknir skulu sendast til:
T-post: gj0602n4@skulin.fo
Nærri kunning um starvið fæst við at ringja til Guðruna í Líðini á tlf. 278572.
 
					 
         
        