Hvalbiar Kommuna
Útgivið
17. maj 2023
Útgongur
5. juni 2023
Staður
16 Norðbergsvegur, Hvalba 850, Faroe Islands
Starvsstaður
T-post
ed0604f4@skulin.fo

Lýsing

Hesi størv verða lýst leys fyri skúlaárið 2023-24:

  • 1 fast starv
  • 1 starv uml. 20 tímar vegna avlopstíð
    Endaliga tímatalið av hesum starvi verður ásett eftir 1. september 2023

 

Tímatalvan til fasta starvið fatar um:

  • Føroyskt í 2. fl
  • Flokslærari í 3. fl
  • Støddfrøði í 3. fl
  • Evning í 3. og 4. fl
  • Føroyskt fyri útlendingar
  • Stuðul í miðdeildini

 

Tímatalvan til starvið vegna avlopstímar fatar um:

  • Støddfrøði í 5. fl
  • Søga í 4. og 5. fl
  • Støddfrøði í 1. fl
  • Danskt í 5. fl
  • Stuðul í miðdeildini
  • Flokslærari í 5. fl

 

Tey, ið sett verða, skulu:

  • undir ábyrgd leiðslunnar taka lut í dagliga arbeiðinum á skúlanum
  • hava vilja til at samstarva og hava áhuga í toymissamstarvi
  • vera fakliga væl fyri og professionell
  • vera engageraði og fús at taka á seg tær uppgávur, ið eru á skúlanum
  • vera fyrikomandi
  • starvast fyri góðum samstarvi millum heim og skúla
  • í samstarvi við leiðslu og starvsfelagar vera áhugað í at menna skúlan

 

Førleikakrøv:
Læraraútbúgving frá góðkendum læraraskúla.

Lønar og setanartreytir:
Størvini verða lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokkunum frá 18.1. – 29.2. og verða sett sum sáttmálasett størv.

Barnaváttan verður kravd.

Umsóknir:
Umsóknir við avriti av prógvi, C.V. og møguligum viðmælum skulu vera skúlaleiðaranum í hendi skjótast gjørligt og í seinasta lagi mánadagin 5. juni 2023.

Eru spurningar størvunum viðvíkjandi, eru tit vælkomin at venda tykkum til skúlaleiðaran, Eydnu Danielsen, tlf. 237587 ella 375083. ed0604f4@skulin.fo

 

Hvalbiar skúli hevur komandi ár 81 næmingar frá 1. til 9. flokk og við skúlan fara at starvast  10 lærarar.

 

Líknandi størv

27. marts 2024
27. marts 2024
26. marts 2024
26. marts 2024

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið