Lýsing
1 starv fyri lærara í barnsburðarfarloyvi frá 1.aug 2024 til 13.04. 2025 verður lýst leyst.
Tímatalvan til starvið fatar m.a. um:
- Støddfrøði í 1. og 2. fl
- Kristni og heimstaðarl. í 2. fl
- Danskt í 3. og 6. fl
1 starv fyri lærara í farloyvi skúlaárið 2024-2025 verður lýst leyst.
Tímatalvan til starvið fatar m.a. um:
- Føroyskt í 2. og 3. fl
- Støddfrøði og danskt í 4. fl
Tann, ið settur verður, skal:
- undir ábyrgd leiðslunnar taka lut í dagliga arbeiðinum á skúlanum
- hava vilja til at samstarva og hava áhuga í toymissamstarvi
- vera fakliga væl fyri og professionellur
- vera engageraður og fúsur at taka á seg tær uppgávur, ið eru á skúlanum
- vera fyrikomandi
- starvast fyri góðum samstarvi millum heim og skúla
- í samstarvi við leiðslu og starvsfelagar vera áhugaður í at menna skúlan
Førleikakrøv:
Læraraútbúgving frá góðkendum læraraskúla
Lønar og setanartreytir:
Starvið verður lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokkunum frá 18.1. – 29.2. og verður sett sum sáttmálasett starv.
Umsóknir:
Umsóknir við avriti av prógvi, C.V. og møguligum viðmælum skulu vera skúlaleiðaranum í hendi
skjótast gjørligt og í seinasta lagi týsdagin 19. juni 2024
Eru spurningar størvunum viðvíkjandi, eru tit vælkomin at venda tykkum til skúlaleiðaran, Eydnu Danielsen, tlf. 237587 ella ed0604f4@skulin.fo
Hvalbiar skúli hevur í skúlárinum 2024-25 80 næmingar frá 1. til 9. flokk og við skúlan fara at starvast 10 lærarar.