Sørvágs skúli
Útgivið
22. april 2025
Útgongur
30. april 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Hevur tú hugsjónir og dirvi at ganga nýggjar leiðir, ert tú tann fakliga sterki lærarin og megnar tú at standa á egnum beinum í einum sterkum starvsfólkahópi, so hevur tú møguleika at søkja eitt av leysu størvunum hjá okkum.

Vit søkja eftir 2-3 læraraum í tíðaravmarkað starv frá 01.08.2025 – 31.07.2026.

Okkum tørvar lærarar, ið kunnu vera flokslærarar og undirvísa grund- og miðdeild í støddfrøði, føroyskum, enskum, donskum, søgu, náttúru og tøkni, ítrótti, svimjing og handaligum lærugreinum, og at undirvísa hádeild í enskum, donskum, samfelagsfrøði og søgu.

Tey, ið sett verða, skulu undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við starvsfólk skúlans, taka lut í dagliga virksemi skúlans innan teir karmar, ið virðisgrundarlag skúlans ásetir.

Førleikakrøv
Umsøkjari skal hava læraraútbúgving og førleika í viðkomandi lærugreinum. Tó kunnu umsøkjarar, ið fáa prógv í summar, søkja á jøvnum føti við tey, ið longu hava lokið prógv.

Lønar- og setanartreytir
Størvini verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so, at tann, ið settur verður, er tænastumannasettur lærari frammanundan. Starvið verður lønt í lønarflokkunum 18.1 – 29.2, sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið.

Barnaváttan verður kravd í sambandi við allar setanir í Sørvágs skúla.

Umsóknir, við avriti av prógvi, CV og møguligum viðmælum, skulu sendast til Sørvágs skúla, Skúlavegi 13, 380 Sørvági - dania.niclasen@skulin.fo - og vera skúlanum í hendi í seinasta lagi mikudagin 30. apríl, kl. 12.00.

Meiri fæst at vita við at seta seg í samband við Daniu Niclasen, skúlastjóra, á tlf. 233221 ella á t-post: dania.niclasen@skulin.fo. Sí annars heimasíðu skúlans.

Líknandi størv

Skrivstovu- og roknskaparfólk   Faroe Islands nýtt
28. april 2025
Elektrikaralærlingur til Smyril   Faroe Islands nýtt
25. april 2025
25. april 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið