Føroya Eftirskúli
Útgivið
13. juni 2024
Útgongur
4. juli 2024
Staður
Sjógøta 2, 800 Tvøroyri, Faroe Islands
Starvsstaður
T-post
info@eftirskulin.fo

Lýsing

Starv sum lærari í føroyskum sum annað mál á Føroya Eftirskúla í Suðuroy skúlaárið 2024-25

Um starvið:
Spennandi lærarastarv á Føroya Eftirskúla. Søkt verður eftir lærara at undirvísa í føroyskum sum annaðmál. Undirvísingin í føoyskum sum annaðmál fatar um mál, mentan og samfelagsviðurskifti. Undirvísarin fer at arbeiða tætt saman við leiðslu skúlans og sum part av undirvísingini í føroyskum sum annaðmál skal viðkomandi eisini luttaka á Føroyabreyt. Viðvíkjandi mál, mentan og samfelagsviðurskiftum og í ávísan mun eisini á øðrum breytum sum køksbreyt, har næmingarni kunnu læra føroyskt í praktiskum virksemi.

Vit vænta, at tú:

  • ert fyrikomandi og arbeiðssinnað/ur, og klárar at taka ímóti nýggjum avbjóðingum
  • dugir væl at samstarva og loysa uppgávur á skynsaman hátt
  • kanst arbeiða sjálvstøðugt og taka sjálvstøðugar avgerðir

Førleikakrøv:
Tú hevur læraraútbúgving og royndir í lærarayrkinum at vísa á. Góður kunnleiki til føroyskt sum annaðmál, føroyska mentan og samfelagsviðurskifti eru ein treyt. Fyrimunur er at hava útbúgving í føroyskum sum annaðmál.

Hvørji eru vit:
Vit eru ein eftirskúli í Suðuroynni og eitt 10. floks tilboð til føroyskan og útlendskan ungdóm. Ungdómurin er grundarsteinurin hjá komandi ættarliðum, og er skúlin eitt tilboð til tey, sum vilja royna nakað nýtt, øðrvísi og lívgandi. Næmingarnir kunnu á breytum og náttúruútferðum menna felagsskap og umhugsni og at nýta vit og skil. Vit fylgja eftirskúlaandanum við samanhaldi, persónligari menning og andaligari uppbygging. Vit leggja dent á málsliga menning í føroyskum máli og á føroyska mentan og samfelagsviðurskifti. Vit vilja geva ungdómi okkara besta umstøður og menna tey til avbjóðingar lívsins.

Løn og setanartreytir:
Starvið er eitt parttíðar starv, og verður lønt eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag. Møguleiki verður at taka vaktir á Næmingaheiminum, soleiðis at starvið verður fulla tíð.

Starvsbyrjan er 14. august 2024

Umsókn:
Umsókn við prógvum, CV og viðmælum kann sendast til Føroya Eftirskúla, Sjógøta 2, 800 Tvøroyri ella sum PDF-fílur til info@eftirskulin.fo. Ringjast kann eisini á 282281 til skúlaleiðaran Pól Arna Holm, um spurningar eru til starvið.

Umsónkarfreist er 4. juli, kl. 12.00

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið