Miðnám á Kambsdali
Útgivið
14. januar 2025
Útgongur
22. januar 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Vegna økt virksemi søkir Miðnám á Kambsdali eftir lærara í føroyskum sum
annaðmál.

Um starvið
Talan er um tímastarv í føroyskum sum annaðmál fyri útlendingar. Undirvísingin er ein ella tveir seinnapartar um vikuna, vanliga frá 16.15 – 19.30, men kann eisini vera onkran fyrrapart frá 8.30 – 11.25, um tað liggur fyri. Undirvísingin er summar dagar á Miðnámi a Kambsdali og aðrar dagar á Klaksvíkar HF-skeiði. Av og á er umløgd undirvísing við longri døgum ella kvøldundirvísing – eftir avtalu. Roknast kann við fundarvirksemi eftir vanliga skúlatíð 4 ferðir pr. lestrarhálvu.

Førleikakrøv
Ynskiligt er, at tann, ið verður settur, hevur útbúgving sum lærari í føroyskum sum annaðmál. Royndir afturat kunnu vera ein fyrimunur. Eisini lærarar við øðrum førleikum, eitt nú við prógvi í føroyskum ella læraraprógvi við linjugrein í føroyskum og / ella við royndum á økinum, verða tiknir við í metingina um neyðugt.

Lønar- og setanarviðurskifti
Talan er um tímalærarastarv, sum verður lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Yrkisfelagið Miðnám. Arbeitt verður í toymi saman við øðrum royndum lærarum.

Freist
Umsóknir skulu vera Miðnámi á Kambsdali í hendi á ums@kambsdalur.fo í seinasta lagi
mikudagin 22.01.2025 kl. 23.00. Starvið verður sett skjótast til ber.

Spurningar
Spurningar um starvið kunnu setast Óla Wolles, útbúgvingarleiðara (olw@kambsdalur.fo /
742031), ella Christinu Jensen, samskipara (cje@kambsdalur.fo / 281535).

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið