Skúlin á Argjahamri
Útgivið
21. oktober 2025
Útgongur
3. november 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Tíðaravmarkað starv, Faklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Okkum tørvar ein lærara at byrja 5. november 2025 og restina av skúlaárinum.
Lønarbrotið er 1,0

Førleikakrøv:
Vit søkja eftir lærara, sum kann undirvísa í talmenning.

Søkt verður eftir lærara sum

  • dugir væl at samstarva og samskifta
  • vil menna seg sjálvan og skúlan
  • sýnir næmingum og undirvísing eldhuga
  • vil fevna ymisleikan og styrkja felagsskapin
  • dugir at læra frá sær gjøgnum spæl

Barnaváttan verður kravd í samband við setanina.

Lønar- og setanartreytir:
Lærarastarvið verður sett sum sáttmálasett starv, uttan so at setti lærari er tænastumannasettur frammanundan.

Lærarastarvið er lønt í lønarflokki 18.1-29.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.

Umsóknir:
Umsóknir við CV, avriti av prógvum og møguligum viðmælum skulu vera skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi mánadagin 3. november kl. 13.00

Nærri kunning um starvið fæst við at ringja til Marin Sigvaldsdóttir Bláberg, skúlastjóra, á tlf. 224240
Eisini ber til at senda teldupost til: marin.sigvaldsdottir@skulin.fo

Umsóknir við posti kunnu sendast til:

Skúlin á Argjahamri
Glyvursvegur 44
160 Argir

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið