Tekniski Skúlin í Klaksvík
Útgivið
23. juni 2025
Útgongur
10. juli 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Tíðaravmarkað starv, Faklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Deildin sóknast eftir lærara at undirvísa húsasmiðjulærlingum í yrkislærugreinum frá 13.august til 26.juni 2026.

Førleiki: Lærarin skal hava yrkisútbúgving sum húsasmiður við í minsta lagi 5 ára viðkomandi og tíðarhóskandi vinnulívsroyndum ella hava hægri viðkomandi útbúgving, umframt vanliga í minsta lagi 5 ára viðkomandi og tíðarhóskandi vinnulívsroyndir. Undirvísingarførleikin er ásettur í kunngerð nr. 25 frá 6. mars 2001 um undirvísingarførleika á yrkisskúlum.

Av tær vænta vit, at tú: Hevur kunnleika til og nýtslu av KT. Ert eldhugaður, opin og jaligur. Brennur fyri støðugari persónligari menning. Hevur góð evni at samskifta munliga og skrivliga. Samstarvssinnaður og trívist væl millum ung/næmingar og starvsfólk.

Starvið: Umfatar undirvísing av lærlingum í timburyrkinum og luttøku í toymisarbeiði.

Setanartreytir: Starvið er lønt eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Tekniska Lærarafelag. Umsøkjarar uttan undirvísingarroyndir verða teknaðir til námsfrøðiligt innleiðsluskeið í Tórshavn frá 5.- 8.august.

Umsókn: skal sendast skúlastjóranum á teldupost adressuna runih@tsk.fo, í seinasta lagi 10.juli 2025.

Undirvísingin byrjar 13.august 2024.

Eru spurningar um starvið, ber til at venda sær til deildarleiðarin, Sjúrður Sólstein, sjurdurs@tsk.fo

Tekniski Skúlin í Klaksvík

www.tsk.fo
sí lýsing her

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið