Vøruhúsið á Hjalla
Útgivið
12. maj 2025
Útgongur
1. juni 2025
Staður
á Hjalla 12b, 188 Hoyvík, Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Lærupláss, Fulltíðarstarv
T-post
pm@litaval.fo

Lýsing

Hevur tú áhuga í sølu og dámar tær at arbeiða við kundum? So er tað kanska tær vit leita eftir!
Vit í Vøruhúsinum hava tørv á einum framfýsnum lærlingi til sølutoymið við høvuðsdenti á sølu av møblum bæði online og í handlinum. Kundar okkara hava vaksandi áhuga fyri at keypa vørur á netinum. Tí hava vit brúk fyri tær, sum vil vera við til at røkja okkara nethandil.

Hevur tú hug at starvast í einum spennandi umhvørvið í støðugari menning?
Sum partur av sølutoyminum í møbladeild okkara, hevur tú møguleikan fyri at ogna tær holla vitan um møblar og sølu av hesum. Tú kemur at møta kundum okkara, sum koma inn á gólvið, har tú skalt leiðbeina og selja best egnaðu vøruna.

Tænastan til kundan er av størsta týdningi fyri okkum, og vit vænta tí at tú sum persónur er fyrikomandi og arbeiðssamur, og at tú dugir væl at samstarva við arbeiðsfelagum tínum.

Skúlagongdin fer fram í Danmark, har tú fært stóran fakligan kunnleika til møblar.

Tað er ein fyrimunur um tú hevur FHS- ella HH prógv.

Vit bjóða tær

  • Eitt spennandi og fjølbroytt starv, har góður møguleiki er fyri persónligari og fakligari menning.
  • At gerast partur av einum góðum starvsfólkahópi, har allar røddir verða hoyrdar.
  • Økisábyrgd í handlinum.
  • At arbeiða við sosialum miðlum, lýsingum og online sølu
  • Neyðuga upplæring.

Um teg

  • Tú ert fyrikomandi, ábyrgdarfull/ur og áræðin.
  • Tú dugir at lurta og ynskir at læra.
  • Tú hevur teknisk snildi og áhuga í SoMe og online marknaðarføring
  • Tað er ein fyrimunur um tú hevur FHS ella eina miðnámsútbúgving.

Løn og setunartreytir eru sambært sáttmála millum Samverk og FAG.

Ljóðar hetta sum nakað fyri teg? So ert tú vælkomin at ringja til Peter á 542555 fyri nærri kunning. Umsóknir skulu sendast til Peter Mouritsen á pm@litaval.fo

Vit lesa og viðgera umsóknirnar leypandi. Læruplássi verður sett skjótast til ber, men vit bíða tó fegin eftir rætta umsøkjara. Umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Um okkum
Vøruhúsið er ein fyritøka í menning, og hevur við sínum 63 árum á baki altíð strembað eftir at vera fremst – bæði tá tað kemur til góðsku og tænastu. Vit hjúkla um kundan, og hava ’gerandismarglæti til føroysku húsarhaldini’ millum okkara leiðarorð. Í dag er handilin kendur fyri at hava eitt breitt úrval av dygdargóðum húsbúnaði umframt kendar designvørur frá merkjum sum &tradition, Hay, Muuto, Casø, Skovby, Hammel, Vilmers v.m.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið