Lýsing
Vilt tú hava ein týðandi leiklutByrja tíni starvsleið í byggivinnuni - ?
Kom so í læru hjá J&K Petersen!
Sum lærlingur fært tú eina stuttliga og gevandi lærutíð, góða útbúgving, umframt vitan, sum kann brúkast alt lívið.
J&K Petersen leitar eftir lærlingum innan ymisk yrki so sum:
- Timburlærlingar – les meira her Húsasmiður
- Byggismíð – les meira her Byggismiður
- Entreprenørmaskinmekanikarar – les meira her Entreprenørmaskinmekanikari
Lærutíðin kann byrjar eftir avtalu millum lærumeistara og lærling.
Vit kunnu bjóða tær:
- eitt gott og læruríkt arbeiðsumhvørvi,
- eitt arbeiðspláss við góðum samanhaldi, og
- góðar arbeiðsmøguleikar eftir lokna útbúgving.
Um teg
Tað er umráðandi, at tú sum komandi lærlingur ert:
- álítandi,
- ágrýtin, og
- røkin.
Koyrikort er ein fyrimunur, men ikki ein treyt.
Umsókn
Umsóknin skal sendast til starv@jkp.fo. Freistin at søkja er fríggjadagin 22. august 2025.
Um J&K Petersen Contractors
J&K Petersen Contractors er entreprenørfyritøka, stovnað í 1975. Felagið er millum elstu entreprenørfyritøkur í landinum, og fæst við verklags- og betongarbeiði umframt bygnings-, tunla- og havnaarbeiði.
Umleið 150 fólk starvast hjá J&K Petersen, og hevur fyritøkan eisini J&K Betong um hendi.
FØROYSK BYGGING – FAKLIGUR STOLTLEIKI