Hiddenfjord
Útgivið
6. marts 2026
Útgongur
1. april 2026
Staður
Faroe Islands
Slag
Fast starv, Lærupláss, Fulltíðarstarv

Lýsing

Hugsar tú um at gerast alari? Hiddenfjord bjóðar tær eitt spennandi lærupláss við samanrenning millum upplæring á læruplássi og undirvísing í skúla.

Sum lærlingur fært tú møguleika at arbeiða við aling á sjógvi og landi, og í skúlatíðarskeiðnum lærir tú um ástøðilig viðurskifti í sambandi við aling.

Skúli
Tá ið tú ert í læru sum alari, fert tú á skúlaskeið á Miðnámi í Vestmanna í fýra umførum. Á skúlanum fært tú undirvísing í almennum lærugreinum og yrkislærugreinum, so sum fiskaaling, alitøkni, trygd, burðardygd og alibúskapi. Tú kanst lesa meira um útbúgvingina her

Samlaða lærutíðin er fýra ár. Býtið millum skúla og lærupláss er 2½ ár á læruplássi og 1½ ár á skúla.

Staðseting
Vit hava lærupláss til smoltstøðina á Fútakletti og til aliøkini á sjónum, ið eru í Vestmanna, í Miðvági, í Sørvági og á Velbastað. Lærlingarnir sleppa at royna seg í øllum liðum í laksaframleiðsluni hjá Hiddenfjord.

Upptøkukrøv
Fyri at verða upptikin krevst, at tú hevur 9. floksprógv.

Umsóknarfreist
Umsóknarfreistin er 1. apríl 2026. Skúlaskeiðið byrjar í heyst.

Løn
Lønin verður ásett sambært galdandi sáttmálum og lønartalvum á arbeiðsmarknaðinum, ið síggjast her.

Umsókn
Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til:

- Petur Skeel Dahl, rakstrarleiðara á smoltstøðini, á telefon 210135
- Hans Olsen, rakstrarleiðara á sjónum, á telefon 230415

Umsókn við CV, prógvum, viðmælum og øðrum viðkomandi skal sendast til starv@hiddenfjord.com.

Um Hiddenfjord
Hiddenfjord er ein føroysk familjufyritøka, sum alir laks í Føroyum. Felagið hevur verið í stórari menning í mong ár og hevur í løtuni umleið 250 starvsfólk. Fyritøkan hevur smoltstøð, aling, góðskingarvirki og søludeild. Hiddenfjord leggur stóran dent á at ala í samljóði við náttúruna, so framtíðar møguleikar ikki verða darvaðir av nútíðar virksemi.

Líknandi størv

6. marts 2026
6. marts 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið