Lýsing
Um tú hugsar um at blíva húsasmiður, kunnu vit bjóða tær eitt spennandi lærupláss.
Vit rokna við, at tú ert ágrýtin, røkin og álítandi og hevur lætt at samstarva við onnur.
Sum lærlingur verður tú við í nógvum spennandi og fjølbroyttum uppgávum, og í lærutíðini ert tú við í øllum arbeiðsgongdum innan húsasmíð.
Búsetur hevur arbeiði í Eysturoy, Streymoy og Vágunum.
Umsókn kann sendast til:
Sp/f Búsetur
Á Hjalla 24
188 Hoyvík
Ella á t-post: busetur@busetur.fo
Umsóknir skulu vera okkum í hendi skjótast gjørlitg, tó í seinasta lagi 20. mai 2023
Vil tú hoyra nærri um starvið, er tú vælkomin at seta teg í samband við Sjúrður Holm á telefon 210830
Búsetur er stovnað í 1987 og í løtuni hava vit á leið 70 fólk í starvi. Vit hava bæði størri og smærri arbeiði innan alt slag av bygging og umvæling, eins og vit kunnu átaka okkum uppgávur í sambandi við skipaumvælingar bæði aptering og garnering. Vit átaka okkum eisini entreprenørarbeiði. Vit leggja stóran dent á heilsu og trygd hjá starvsfólki og á umhvørvið sum heild. Vit eru ein álítandi fyritøka, og leggja dent á at hava nøgdar kundar.