FK Í HOYVÍK
Útgivið
5. oktober 2022
Útgongur
30. oktober 2022
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Dámar tær væl at fáast við mat og góðar rávørur? Kundi tú hugsað tær eina praktiska útbúgving, har tú hevur nógv at gera?

Vit søkja eftir tveimum lærlingum til slaktara- og krásadeildina í FK í Hoyvík at byrja 1. november ella eftir nærri avtalu.

Tú kemur at arbeiða saman við dugnaligum starvsfelagum á deildunum, har vit stundum hava nógv at gera. Framleiðslan er fjølbroytt og vit framleiða vørur til FK handilin í Hoyvík og FK handlarnar kring landið.

Tín lærutíð verður í góðum arbeiðsumhvørvi og tú fært møguleika at geva títt íkast til virksemi okkara. Vit vænta, at tú ert fyrikomandi og gongur høgt upp í góða kundatænastu.

Vit vænta at tú

  • Hevur áhuga fyri mati og góðum rávørum
  • Ert fyrikomandi og ynskir at veita eina góða tænastu
  • Dugir at samstarva við starvsfelagar tínar

Lærutíðin
Sum slaktaralærlingur lærir tú alt, ið hoyrir til slaktarafakið. Tú sleppur at royna teg bæði á slaktara- og krásadeildini. Deildirnar arbeiða tætt saman við kjøti og rávørum, heilt frá ráum kjøti at skera út, til liðnar rættir, sum verða seldir í krásadeildini.

Útbúgvingin tekur umleið 3,5 ár, har tú ert í læru hjá okkum og skúlagongd í Danmark.

Les meira um útbúgvingina á heimasíðuni hjá Yrkisdeplinum https://www.yrkisdepilin.fo/utbugvingar/matur/gourmetslaktari

Løn og setanartreytir
Løn sambært sáttmála við avvarðandi fakfelag.
Arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna, íroknað 3. hvønn leygardag.

Starvið ynskist sett skjótast gjørligt, men vit bíða fegin eftir tí rætta.

Spurningar?
Vilt tú vita meira um starvið, skriva til:
Jákup Tausen, slaktarameistari
jt@fk.fo

Ella ring til Jákup Tausen, slaktarameistara, á +298 78 93 76 ella Hannu Bisp, leiðara á krásadeildini, á +298 26 02 25

Send okkum eina umsókn á jt@fk.fo í seinasta lagi 30. oktober 2022.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið