TTS
Útgivið
16. oktober 2024
Útgongur
8. november 2024
Staður
Oyravegur 53, Box 94, FO-700 Klaksvík, Faroe Islands
Starvsstaður
T-post
jol@tts.fo

Lýsing

TTS søkir eftir einum fyrikomandi og arbeiðsamum handilslærlingi, ið er ágrýtin og er áhugaður at vera við at menna handilin/goymsluna hjá okkum.

Vit bjóða

  • eina útbúgving í einari framkomnari tekniskari fyritøku, har vit seta tænastuna í hásæti.
  • at tú sum handilslærlingur kemur at starvast saman við einum vælvirkandi toymi av starvsfólki.
  • eitt sera fjølbroytt starv. Umframt sølu av útgerð innan el-lutir, maskin-lutir og HVS, vera uppgávurnar eisini innkeyp, goymslustýring, vegleiðing og annað fyrifallandi.

Sum partur av útbúgvingini skalt tú í skúla í lærutíðini at taka tann ástøðiliga partin, sum antin verður í Føroyum ella Danmark.

Vit vænta

  • at tú ert fyrikomandi, røkin og ein fleksibul persónur, sum dugir væl at samstarva og setur kundatænastu í fremstu røð.
  • at tú hevur áhuga fyri teimum vørum og tænastum, ið vit veita, og at tú hevur áhuga í at nema tær kunnleika fyri og innlit í hesi øki.

Tú hevur miðnámsútbúgving og vanligar telduførleikar.

Umsókn og treytir:
Løn og starvstreytir eru sambært sáttmála millum S&K og FAG.Umsókn við avritum av prógvum og møguligum viðmælum skulu sendast til jol@tts.fo

Meiri fæst at vita við at venda sær til Jákup Oluf á Lakjuni á tel. 565640 ella umvegis jol@tts.fo

TTS virkar í fimm yrkisdeildum undir somu lon: maskindeild, el-deild, køli-deild, hvs-deild og sølubúð við væl útgjørdari er goymslu.

Í fyritøkuni starvast umleið 40 fólk.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið