Lýsing
Vit sóknast eftir einum lærlingi ella klinikkassistenti at byrja 1. mai.
Uppgávurnar eru at taka ímóti viðskiftafólki, hjálpa tannlæknunum umframt ymsar aðrar uppgávur.
Á Tannlæknamiðstøðini eru vit átta tannlæknar, seks tannrøktarar, tannteknikari og átta klinikkassistentar umframt fleiri hjálparfólk.
Tú kemur at arbeiða í einum umhvørvi við nógvari ymiskari servitan. Vit ynskja, at tú ert fyrikomandi og blíð/ur, dugir væl at samstarva og samskifta við nógv ymisk fólk og dámar væl at hava góðan ordan.
Vit bjóða góðar og nútímans arbeiðsumstøður
Løn samb. Samverk.
Hevur tú spurningar um starvið, kanst tú skriva til Unnur Jensen, tannlækna, á unnur@tonn.fo.
Umsókn sendast okkum innan 12/4-2024.
Nærri kunning um Tannlæknamiðstøðina fært tú á www.tonn.fo.