62°N
Útgivið
18. marts 2023
Útgongur
30. marts 2023
Staður
Falkland Islands (Malvinas)
Starvsstaður

Lýsing

Hevur tú hug at arbeiða innan ferðavinnuna, selja okkara bergtakandi oyggjaland og verða ein partur av einum lívligum og bragdligum toymi?

So er tað júst tær, vit leita eftir.
62°N er ein av fremstu ferðavinnu aktørunum í Føroyum við fjøltáttaðum virkisøkjum: Ferðing út í heim, ferðing til og í Føroyum, hotel og bilaleigu.

Til okkara incoming deild, sum skipar ferðir til og í Føroyum, søkja vit eftir einum ídnum lærlingi til eitt avbjóðandi og spennandi starv, har ferðin á arbeiðsplássinum er høg, og ongin dagur er eins.

Áhugin hjá ferðafólki og bólkum at vitja Føroyar er vaksandi. Tað verður tín uppgáva at lofta fyrispurningum, veita eina góða tænastu og snikka saman ymiskar túrar. Starvið er fjøltáttað og tú kemur at arbeiða við sølu, samskipan, menning av tilboðum, bílegging av tænastum og upplivingum, og ikki minst at tryggja, at hesar verða gjøgnumførdar til fulnar.

Vit vænta, at tú:
• hevur lokið miðnámsútbúgving ella hevur viðkomandi útbúgving/royndir frá ferðavinnuni
• hevur hollan teldukunnleika og góðan málkunnleika í skrift og talu
• hevur stóran áhuga í at selja Føroyar sum ferðamannaland
• er kreativ/ur, ágrýtin og fyrikomandi
• dugir væl at arbeiða sjálvstøðugt, undir trýsti og megnar at hava nógvar bóltar í luftini í senn
• er skipað/ur og tekur ábyrgd

Vit kunnu bjóða tær:
Eitt spennandi og fjølbroytt lærupláss, har tú m. a verður við til at mynda 62°N Incoming. Tú verður ein partur av einum sterkum toymi, ið eisini gongur høgt upp í at hava nógv og góð sosial tiltøk.

Tú kemur at hava nógv samskifti úteftir á høgum stigi við útlendskar agentar og veitarar. Tín uppgáva verður eisini at selja bólkaferðir, menna nýggjar pakkaferðir í Føroyum, og somuleiðis verður tú við til at menna okkara Incoming deild.

Løn og setanartreytir:
Starvið er eitt fult tíðar starv, og løn verður ásett eftir nærri avtalu, og aftrat lønini verður knýtt ein eftirlønarskipan.

Umsókn
Umsóknir við týðandi avritum skulu sendast til olav@62n.fo.
Umsóknir skulu verða 62°N í hendi í seinasta lagið 31. mars 2023, og verður starvið sett skjótast gjørligt.

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Til ber at frætta nærri um starvið við at ringja til Olav Færø, Deildarleiðara á 62°N Incoming á tel. 73 35 80 ella senda ein teldupost til olav@62n.fo

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið