Búsetur
Útgivið
9. oktober 2024
Útgongur
13. oktober 2024
Staður
á Hjalla 24, 188 Hoyvík, Faroe Islands
Starvsstaður
T-post
busetur@busetur.fo

Lýsing

Kom og lær til byggismið, hjá okkum.

Hetta er ein yrkisútbúgving sum tekur 3 ár og 6-12 mðr. Lærutíðin skiftir ímillum, verkligt arbeiði á byggiplássum og námsligt arbeiði á skúla í Danmark, har vit gjalda fyri ferðing og bústað. Hesa tíðina arbeiðir tú á ymiskum byggiplássum, saman við royndum handverkarum.  Arbeiðsuppgávurnar eru m.a. forskalling, armering, betongarbeiði, byggiarbeiði. Skúlaskeiðið er tilsamans 55 vikur í hesi 4 árini.

Um tú hevur áhugað í at framleiða og dámar kropsligt arbeiði, ert ágrytin, røkin og álítandi og hevur lætt at samstarva við onnur, so kunnu vit bjóða tær eitt spennandi lærupláss, har tú sum lærlingur verður við í nógvum spennandi og fjølbroyttum uppgávum.

Vit ynskja at fólk hava tað gott og trívast í arbeiðinum. Vit hava árlig starvsfólkatiltøk og raðfesta trygdina høgt hjá starvsfólkunum.

Búsetur arbeiðir kring allar Føroyar, tó serliga í  Eysturoy, Streymoy og Vágunum.

Umsóknir skulu vera okkum í hendi skjótast gjørligt, tó í seinasta lagi 13. Oktobur 2024

Umsókn kann sendast til:

Sp/f Búsetur
Á Hjalla 24
188 Hoyvík

Ella á t-post: busetur@busetur.fo

Spruningar verða svaraðir á 210830 ella busetur@busetur.fo

 

Búsetur er stovnað í 1987 og í løtuni hava vit á leið 60 fólk í starvi. Vit hava bæði størri og smærri arbeiði innan alt slag av bygging og umvæling, eins og vit kunnu átaka okkum uppgávur í sambandi við skipaumvælingar bæði aptering og garnering.Vit kunnu eisini átaka okkum entreprenørarbeiði. Vit leggja stóran dent á heilsu og trygd hjá starvsfólki og á umhvørvið sum heild. Vit eru ein álítandi fyritøka, og leggja dent á at hava nøgdar kundar.

Líknandi størv

Køksdeildin søkir lærling   Faroe Islands nýtt
16. december 2024
Elskar tú bilar og at skrúva?   Faroe Islands nýtt
16. december 2024
Elskar tú bilar og litir?   Faroe Islands nýtt
16. december 2024
16. december 2024

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið