J&K Petersen
Útgivið
2. oktober 2024
Útgongur
9. december 2024
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Vilt tú hava ein týðandi leiklut í byggivinnuni?

Kundi tú hugsað tær at arbeitt við stórum maskinum og fingið eina góða útbúgving samstundis?

J&K Petersen søkir eftir lærlingum til verkstaðið at byrja í januar 2025 ella eftir avtalu.

Sum entreprenørsmiðlærlingur lærir tú at umvæla og viðlíkahalda ymsu lutirnar og skipanirnar, sum hoyrir stórum maskinum til; so sum motor- og hydralikstýringar, bremsuskipanir, viðlíkahaldskipanir og mangt annað.

Starvsstaðurin verður á nýggj verkstaðnum á Hjalla 13. Tú fert eisini at arbeiða á verkætlanunum hjá J&K Petersen, sum eru kring landið.

Skúlagongdin verður í Danmark. Vit gjalda ferðing og bústað í skúlaskeiðnum, so tú skalt bara hugsavna teg um skúlan.

Vit kunnu bjóða tær:

  • eitt gott og læruríkt arbeiðsumhvørvi,
  • eitt arbeiðspláss í menning, og
  • góðar arbeiðsmøguleikar eftir lokna útbúgving.

Um teg
Tað er umráðandi, at tú sum komandi lærlingur ert:

  • álítandi,
  • ágrýtin, og
  • røkin.

Umsókn
Vilt tú vita meira um læruplássið og fyritøkuna, so ring til Anthonius Dalsgaard, verkstaðs- og goymsluleiðari, á telefon 585013 ella skriva til anthonius@jkp.fo.

Umsóknin skal sendast til starv@jkp.fo. Freistin at søkja er mánadagin 9. desember.

Um J&K Petersen Contractors
J&K Petersen Contractors er entreprenørfyritøka, stovnað í 1975. Felagið er millum elstu entreprenørfyritøkur í landinum, og fæst við verklags- og betongarbeiði umframt bygnings-, tunla- og havnaarbeiði.

Umleið 150 fólk starvast hjá J&K Petersen, og hevur fyritøkan eisini J&K Betong um hendi.

FØROYSK BYGGING – FAKLIGUR STOLTLEIKI

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið