TTS Sp/f
Útgivið
15. juni 2023
Útgongur
7. juli 2023
Staður
GlyraOyravegur 53 Box 94 FO-700 Klaksvík, Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

TTS søkir eftir einum fyrikomandi og arbeiðsamum handilslærlingi, ið er ágrýtin og er áhugaður at vera við at menna handil okkara.

Vit bjóða

  • eina útbúgving í einari framkomnari tekniskari fyritøku, har vit seta tænastuna í hásæti.
  • at tú sum handilslærlingur kemur at starvast saman við einum vælvirkandi toymi av starvsfólki.
  • eitt sera fjølbroytt starv. Umframt sølu av útgerð innan el-lutir, maskin-lutir og HVS, vera uppgávurnar eisini innkeyp, goymslustýring, vegleiðing og annað fyrifallandi.

Sum partur av útbúgvingini skalt tú í skúla í lærutíðini at taka tann ástøðiliga partin, sum antin verður í Føroyum ella Danmark.

Vit vænta

  • at tú ert fyrikomandi, røkin og ein fleksibul persónur, sum dugir væl at samstarva og setur kundatænastu í fremstu røð.
  • at tú hevur áhuga fyri teimum vørum og tænastum, ið vit veita, og at tú hevur áhuga í at nema tær kunnleika fyri og innlit í hesi øki.

Tað er ein fyrimunur, um tú hevur FHS, HH, miðnámsprógv ella líknandi útbúgving.

Meiri fæst at vita við at venda sær til Jákup Oluf á Lakjuni á tel. 565640 ella umvegis jol@tts.fo

Umsókn skal sendast til jol@tts.fo

 

TTS virkar í fimm yrkisdeildum undir somu lon: maskindeild, el-deild, køli-deild, hvs-deild og sølubúð við væl útgjørdari er goymslu. Í fyritøkuni starvast umleið 45 fólk.

Líknandi størv

9. februar 2026
9. februar 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið