TTS
Útgivið
5. maj 2025
Útgongur
2. juni 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Lærupláss

Lýsing

TTS søkir eftir einum fyrikomandi og arbeiðsamum handilslærlingi, ið er ágrýtin og er áhugaður at vera við at menna handilin/goymsluna hjá okkum.

Vit bjóða

  • eina útbúgving í einari framkomnari tekniskari fyritøku, har vit seta tænastuna í hásæti.
  • at tú sum handilslærlingur kemur at starvast saman við einum vælvirkandi toymi av starvsfólki.
  • eitt sera fjølbroytt starv. Umframt sølu av útgerð innan el-lutir, maskin-lutir og HVS, vera uppgávurnar eisini innkeyp, goymslustýring, vegleiðing og annað fyrifallandi.

Sum partur av útbúgvingini skalt tú í skúla í lærutíðini at taka tann ástøðiliga partin, sum antin verður í Føroyum ella Danmark.

Vit vænta

  • at tú ert fyrikomandi, røkin og ein fleksibul persónur, sum dugir væl at samstarva og setur kundatænastu í fremstu røð.
  • at tú hevur áhuga fyri teimum vørum og tænastum, ið vit veita, og at tú hevur áhuga í at nema tær kunnleika fyri og innlit í hesi øki.
  • Tú hevur miðnámsútbúgving (FHS ella gymnasiala) og vanligar telduførleikar.

Umsókn og treytir:
Løn og starvstreytir eru sambært sáttmála millum S&K og FAG.

Umsókn við avritum av prógvum og møguligum viðmælum skulu sendast til jol@tts.fo

Meiri fæst at vita við at venda sær til Jákup Oluf á Lakjuni á tel. 565640 ella umvegis jol@tts.fo

TTS virkar í fimm yrkisdeildum undir somu lon: maskindeild, el-deild, køli-deild, hvs-deild og sølubúð við væl útgjørdari er goymslu. Í fyritøkuni starvast umleið 40 fólk.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið