Gjaldstovan
Útgivið
7. april 2025
Útgongur
25. april 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Vilt tú starvast í einum spennandi og avbjóðandi kt-umhvørvi? Vit bjóða eina spennandi og fjølbroytta útbúgving sum kt-supportari. Lærutíðin er tvey og eitt hálvt ár, har tú luttekur í dagliga arbeiðinum á KT Landsins og gongur í skúla í Danmark. Í lærutíðini fert tú at arbeiða við kt-forritunum, servarum og neti, har dentur verður lagdur á at veita eina góða tænastu til brúkararnar.

Um KT Landsins
KT Landsins er partur av Gjaldstovuni og húsast í Albert Hall á Argjum. Okkara dagliga arbeiðsuppgáva er at veita teimum almennu Føroyum góðar KT-tænastur. Hetta gera vit gjøgnum Skúlanet, Landsnet og Skjalhald.

  • Skúlanet er til fólkaskúlar og hægri lærustovnar
  • Landsnet er til aðalráð, stovnar og eldrasamstørv
  • Skjalhald er til allar stovnar, sum KT Landsins umsitur.

Við tær eru vit 13 fólk í KT Landsins, og vit samstarva nógv við okkara kt-veitarar.

Tænasturnar hjá okkum fevna m.a. um:

  • at hýsa og reka net og servarar
  • at umsita teldur og brúkarar
  • at hjálpa brúkarum
  • at ráðgeva um kt og kt-samskipan
  • felags kt-innkeyp
  • kt-trygd.

Um útbúgvingina
Sum lærlingur skalt tú hjálpa at reka Landsnet og Skúlanet. Talan verður m.a. um uppgávur innan

Kundatænastu
Tú lærir at vegleiða og hjálpa brúkarum og tryggja, at tey fáa neyðugu kt-hjálpina

Rætta feilir
Tú lærir at finna og rætta feilir á neti, tólum og skipanum

Kt-trygd
Tú fært vitan um kt-trygd, regluverk og standardar

Installatión og uppseting
Tú lærir at seta upp teldur og aðra kt-útgerð, leggja inn forrit og dagføra drivarar.

Vit gera læruna so fjølbroytta sum til ber, og tú fært gott innlit í mest brúktu forritini, servarar og net.

Les meira um útbúgvingina sum IT Supporter í leinkinum niðanfyri:
Í læru sum kt-supportari

Førleikar
Tú skalt hava lokið fráfaringarroynd fólkaskúlans og hava áhuga í kt. Harumframt er tað ein fyrimunur at duga væl enskt, tí brúkaravegleiðingar og skúlatilfar eru ofta á enskum. Tú hevur áhugað og evni at seta teg inn í nýggja tøkni. Tú ert tænastusinnað/ur og dámar at samstarva við onnur.

Setanarviðurskifti
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Starvsfelagið og Fíggjarmálaráðið og er lønt sum lærlingur í 4. flokki. Fyrstu seks mánaðirnar er lønin kr. 14.315,72 um mánaðin, næsta árið kr. 17.178,86 um mánaðin og síðsta árið kr. 20.042,01 um mánaðin. Eftirlønin er 15%.

Talan er um útbúgvingina, sum á donskum eitur IT Supporter. Lærutíðin er tvey og eitt hálvt ár, og skúlagongdin er í Danmark.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Birgir av Steinum, deildarstjóra, birgir@gjaldstovan.fo, tel. 79 24 99.

Umsóknarfreistin er 25. apríl í 2025
Send okkum umsókn tína við prógvum og møguligum viðmælum til starv@gjaldstovan.fo, og viðmerk “Kt-lærlingur”.

Starvsbyrjan verður eftir nærri avtalu, og tú kanst eisini søkja, um tú verður liðug/ur við skúla í summar.

Gjaldstovan er eitt gott arbeiðspláss
Gjaldstovan er eitt gott arbeiðspláss. Vit – tað eru vit, stívliga sjeyti starvsfólk, sum hvønn dag skapa Gjaldstovuna – eru skipað í seks høvuðsøki: KT Landsins, Løn & Bókhald Landsins, Búskaparskipan Landsins, Talgildu Føroyar og Keyp Landsins. Øll stremba vit eftir at ganga á odda í faki okkara, so at tey, sum fáa tænastur frá okkum, kunnu gera arbeiði sítt til lítar. Vit vilja, at starvsfólk skulu trívast og mennast. Vit skipa tí javnan fyri fakligum og sosialum tiltøkum, og í kantinuni stendur døgurði á borðinum hvønn dag.

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið