Lýsing
Nú hevur tú møguleikan at koma í læru á einum fjølbroyttum og spennandi arbeiðsplássi.
Hjá Berg Motors starvast í dag 30 fólk, og vit leita eftir einum lærlingi til miðdepilin í okkara góða toymi.
Berg Motors er ein av størstu bilasølunum í landinum, og dagliga gongdin fevnir m.a. um sølu av bilum, lastbilum og eykalutum, umframt verkstaðsarbeiðið, plátuarbeiðið og bilaleigu.
Sum lærlingur í kundamóttøkuni verður tú tætt knýtt/ur at øllum deildunum hjá okkum, har tínar uppgávur m.a. verða at veita kundum okkara góða tænastu, bæði teimum sum koma á gátt, umframt samskifti umvegis telefon- og teldupost.
Tú kemur í stóran mun at verða bindiliður ímillum kundan og ymsu deildirnar hjá okkum, tó í størsta mun í samband við bil-verkstaðið.
Fyri at tryggja kundum okkara somu, góðu tænastu hvørja ferð tey vitja okkum, ynskja vit at tú ert fyrikomandi, ágrýtin og tænastusinnað/ur av lyndi. Somuleiðis ert tú ikki bangin fyri at arbeiða sjálvstøðugt og átaka tær hóskandi ábyrgd. Hevur tú eisini áhuga fyri bilum, er tað ein fyrimunur, tó ikki eitt krav.
Vit bjóða tær eitt livandi og mennandi arbeiðspláss, har øll viðvirka til at skapa ein góðan gerandisdag og trivnað.
Um hetta ljóðar til at verða júst nakað fyri teg, er bert at senda okkum eina umsókn á starv@bergmotors.fo.
Starvið verður sett skjótast gjørligt, og sum lærlingur verður tú lønt/ur eftir sáttmálanum millum Samverk og FAG.
Um tú ynskir at hoyra nærri um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Mikael Bisp á telefon 722770, ella umvegis teldupost mb@bergmotors.fo