Sensen Travel
Útgivið
1. april 2026
Útgongur
16. april 2026
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Lærupláss, Ófaklært, Fulltíðarstarv

Lýsing

Tað gongur skjótt frammá hjá okkum, og vit hava støðugt meira
at gera, og tí hava vit brúk fyri einum ágrýtnum lærlingi.

Arbeiðið fevnir m.a. um

  • Sølu, ráðgeving og kundatænastu
  • Bílegging av ferðaseðlum í bóking arskipanini Amadeus
  • Bílegging av hotellum, bilaleigu og annað í samband við ferðina

Vit leita eftir eftir einum sum

  • Brennir fyri góðari tænastu, og setur altíð kundan í fremstu røð
  • Rímuligar telduførleikar
  • Hevur góðar málførleikar á føroyskum, donskum og enskum

Persónligir førleikar

  • Trívist væl at arbeiða sjálvstøðugt
  • Dugir væl at samskifta greitt við kundan
  • Er ágrýtin, røkin og jalig/ur av lyndi
  • Hevur góð samstarvsevnir, og er ein viðleikari

Hjá Sensen Travel fær tú

  • Eina yrkisútbúgving innan fyrisiting – les meira her
  • Eitt spennandi arbeiðspláss í støðugum vøkstri
  • Góð hølisviðurskiftir mitt í Tórshavn
  • Løn og treytir sambært sáttmála Harafturat eru vit tøk 24/7 – 365 dagar um árið.

Sensen Travel er vinnulig ferðaskrivstova. Vit hava sum fremsta mál at veita eina fyrstafloks tænastu til vinnu, sjóvinnu og tað almenna, og at avgreiða øll ferðaviðurskifti: Ferðaseðlar, hotell, leigubilar og somuleiðis samskipa visa umsóknir og annað praktiskt, sum hevur týdning fyri ferðina.

LJÓÐAR HETTA SUM NAKAÐ FYRI TEG?
Send okkum eina umsókn og lívsrensl við telduposti til bergur@sensen.fo.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Bergur Thomsen á tlf. 239081

Umsóknarfreistin er fríggjadagin 16. apríl 2026 kl. 12:00

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið