TTS
Útgivið
16. oktober 2024
Útgongur
8. november 2024
Staður
Oyravegur 53, Box 94, FO-700 Klaksvík, Faroe Islands
Starvsstaður
T-post
jol@tts.fo

Lýsing

Hevur tú hug at koma í skrivstovulæru?

Vit á TTS kundi hugsað okkum at fingið ein nærlagdan, álítandi og arbeiðsaman skrivstovulærling til okkara fíggjar- og fyrisitingardeild.Vit vilja, at tú  lærutíðini fært eitt breitt innlit í skrivstovuarbeiði.
Við góðari upplæring kemur tú eisini at hava ávísa ábyrgd av ymiskum uppgávum innan skrivstovuøki.

Um teg

  • Tú hevur áhuga í skrivstovu – og fyrisitingararbeiði, og ert sinnað/ur at læra og vaksa við uppgávuni. Tú hevur miðnámsútbúgving og vanligar telduførleikar.
  • Tú hevur góð samstarvsevnir, ert røkin og dugir væl at arbeiða sjálvsstøðugt og torir at taka ábyrgd.

Vit bjóða

  • eina skrivstovu útbúgving í einari framkomnari fyritøku, har vit seta tænastuna í hásæti. - at tú sum skrivstovulærlingur kemur at starvast saman við einum vælvirkandi toymi av starvsfólki.

Um okkum
TTS virkar í fimm yrkisdeildum undir somu lon: maskindeild, el-deild, køli-deild, hvs-deild og sølubúð við væl útgjørdari goymslu.

Í fyritøkuni starvast í løtuni umleið 40 fólk.

Umsókn og treytir
Løn og starvstreytir eru sambært sáttmála millum S&K og FAG. Umsókn við avritum av prógvum og møguligum viðmælum skulu sendast til jol@tts.fo

Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Jákup Oluf á Lakjuni á tel. 565640 ella umvegis teldupost jol@tts.fo

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið