P/F Hotel Hafnia
Útgivið
8. maj 2025
Útgongur
6. juni 2025
Staður
Faroe Islands
Starvsstaður
Slag
Fast starv, Lærupláss, Fulltíðarstarv

Lýsing

Hotel Hafnia og Hotel Brandan - Skrivstovuútbúgving innan fyrisiting.

Vilt tú vera við at mynda okkara sølu- og bookingdeild? Og tráar tú eftir at veita eina góða tænastu? So kunnu vit bjóða tær eitt spennandi og fjølbroytt lærupláss.

Um læruplássið
Hotel Hafnia og Hotel Brandan eru partur av Smyril Line samtakinum, og tín starvsstaður verður á høvuðsskrivstovuni hjá Smyril Line, Yviri við Strond. Tú verður partur av einum dugnaligum sølu- og skrivstovutoymi við 4 starvsfólkum. Lærutíðin er málrættað sølu innan ferðavinnu. Fyri at lata teg væl í til arbeiðið, fer fyrsta hálva árið mest við upplæring á Hotel Hafnia og Hotel Brandan.

Uppgávurnar, sum tú fert at takast við, eru í høvuðsheitum hesar

  • Søla umvegis telefon og teldupost av hotelkømrum, mati, gestaupplivingum og øðrum í sambandi við ferðing og gisting. Eisini er persónlig søla ein partur av arbeiðnum
  • Søla av størri bíleggingum, so sum bólkaferðum og ráðstevnum
  • Samskifti við aðrar viðkomandi deildir á Hafnia og Brandan
  • Samskifti við okkara útlendsku samstarvsfelagar

Tín vangamynd
Samskifti verður ein týdningarmikil partur av gerandisdegnum, og tí er umráðandi, at:

- Tað liggur væl fyri hjá tær at práta við fólk
- Tú dugir væl at málbera teg á skrift og í talu á føroyskum, donskum og enskum
- Tú trívist við at arbeiða í toymi í einum umhvørvi, har dagar og uppgávur eru ymiskar
- Tú hevur áhuga fyri Føroyum sum ferðamannaland

Setanarviðurskifti
Tað er ein fyrimunur, um tú hevur FHS ella Búskapartreyt (fyrr HH). Lærutíðin er 2-3 ár alt eftir, hvørja skúlagongd tú hevur frammanundan. Skúlagongdin er á Glasi. Setanartreytir og løn eru sambært sáttmála millum Samverk og Føroya Arbeiðsgevarafelag.  Vit bjóða góðar starvsfólkaágóðar í øllum Smyril Line samtakinum.

 Freist at søkja
Freistin at søkja er 08. juni 2025. Umsóknir verða viðgjørdar so hvørt tær koma inn.

Tú søkir læruplássið við at senda tína umsókn umvegis frymilin niðast á heimasíðuni HER

Starvsbyrjan er 01. juli 2025

Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Sunnivu Arge, Sølu & Revenue leiðara, á tel. 211272.

Líknandi størv

Dagligur leiðari   Faroe Islands nýtt
8. maj 2025

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið