WAAG
Útgivið
13. februar 2026
Útgongur
20. februar 2026
Staður
Faroe Islands
Bólkur
Starvsstaður
Slag
Lærupláss, Ófaklært, Fulltíðarstarv
Navn
-
Tlf. nr.
-
Teldupostur
-

Lýsing

Vit leita eftir einum dugnaligum lærlingi at gerast partur av okkara toymi.
Sum lærlingur hjá WAAG verður tú partur av eini fyritøku í stórari menning, har uppgávurnar fevna breitt og tú fert at starvast tætt saman við hinum starvsfólk- unum á deildini.

Arbeiðsuppgávurnar eru ymiskar, og umframt vanligar fyrifallandi uppgávur, sum eru knýttar at eini bilasølu, fert tú m.a. at læra nógv um:

  • sølu og tænastu,
  • mannagongdir viðvíkjandi bilasølu,
  • viðurskiftir viðvíkjandi innflyting og skráseting av bilum og
  • bilar sum heild.

Hvat vænta vit av tær?
Vit vænta ikki, at tú hevur vitan ella royndir innan økið, áðrenn tú byrjar – tað skalt tú læra, meðan tú ert hjá okkum. Tað, vit vænta av tær, er:

  • at tú møtir væl upp,
  • at tú ert áhugað/-ur í at læra, og
  • at tú ert tænastusinnað/-ur.

Um útbúgvingina
Heitið á útbúgvingini er “Skrivstovufólk við sergrein innan fyrisiting”. Útbúgvingin varir í mesta lagi fýra ár, og upptøkukravið er í minsta lagi 9. floks prógv. Hevur tú miðnámsútbúgving frammanundan, styttist longdin á útbúgvingini. Við búskaparbreyt verður hon tvey ár, við øðrum miðnámi hálvt triðja ár og við FHS trý ár. Skúlagongdin í sambandi við lærutíðina fer fram á Glasi í Havn.

Arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna.. Lønarviðurskiftini eru sambært galdandi sáttmála hjá Samverki (Lønarbólkur 3: Lærlingar).

Vilt tú vita meira?
Vilt tú vita meira um læruplássið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Elin Christiansen á tel. 214893 ella á elin@waagbilar.fo.

Umsóknarfreist
Freistin at søkja er fríggjadagin 20. mars 2026.

Umsókn við avritum av prógvum og møguligum øðrum viðkomandi skjølum skal sendast á elin@waagbilar.fo. Til ber eisini at útfylla formularin niðanfyri.

Sí lýsing og søk her

Líknandi størv

13. februar 2026

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið