Lýsing
Hevur tú áhuga fyri tøkni og tøkniligari útgerð, so er hetta rætta læruplássið fyri teg.
Medico tekniska deild á Landssjúkrahúsinum søkir eftir einum lærlingi at byrja 01.05.2025 ella eftir avtalu.
Vit bjóða eitt lærupláss í einum góðum og fjølbroyttum arbeiðsumhvørvi. Tú fert at fáa ein fakliga spennandi og mennandi gerandisdag, saman við einum dugnaligum starvsfólkahópi.
Á Medico teknisku deild fert tú at læra at umvæla, installera og viðlíkahalda teknisk tól og samskiftisútgerð á Landssjúkrahúsinum. Deildin setur seg inn í nýggjastu tøknina innan tól til sjúkrahús í tøttum samstarvi við starvsfólkini á sjúkrahúsinum. Hesum samstarvi fert tú eisini at gerast partur av.