Bil og Dekkverkstaðið v/John Heinesen
Útgivið
19. januar 2022
Útgongur
11. marts 2022
Staður
Oman Eið. Postboks 84. FO-700 Klaksvík, Faroe Islands
Starvsstaður

Lýsing

Bil og Dekkverkstaðið v/John Heinesen søkir eftir lakk og plátusmiði at byrja skjótast gjørligt.

Vit bjóða eitt spennandi og avbjóðandi starv, har tú verður partur av einum bilverkstaði, sum hevur fleiri enn 40 ára royndir innan økið.
Verkstaðið hevur mekaniskan verkstað, umframt dekk, lakk og plátuverkstað.
Arbeiðið hjá okkum fevnir um alt vanligt eftirlit, viðlíkahald og umvæling.

Vit vænta av tær, at tú ert arbeiðssamur, ábyrgdarfullur og røkin. Eisini er tað ein fyrimunur, at tú ert til reiðar at átaka tær fjølbroyttar arbeiðsuppgávur.

Vit bjóða tær eitt spennandi og mennandi arbeiðspláss, har tú kanst gera tína ávirkan galdandi.

Krøv:
Viðkomandi prógv, Koyrikort til persónbil.

Samband
Ynskir tú at vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við John Heinesen, stjóra, á tlf 217861 ella bildekk@bildekk.fo

Seinasta freist at søkja er 11. februar

Líknandi størv

Umbið Persónliga Fráboðan

Tygum fáa nú starvslýsingar sum passa til núverandi leiting.

T-post Fráboðan

T-post Fráboðan vera sendar tygum Umbið

 

Persónligi RSS Føðari

Tygara persónligi RSS Føðari er niðanfyri, avrita og set í tygara RSS lesara.
Umbið